283 nýggir tilburðir í Noregi

63,8 prosent av teimum 607 fólkunum, sum eru deyð, vóru 80 ár og eldri. Níggju fólk eru deyð, sum vóru yngri enn 50 ár.

 

Seinasta samdøgur vóru 283 nýggir covid-19 smittutilburðir staðfestir í Noregi. Tað eru 43 færri enn dagin fyri og 142 tilburðir færri enn fríggjadagin í seinastu viku.

Seinastu sjey dagarnar eru tilsamans 1.871 smittutilburðir staðfestir í landinum.

Samlaða talið av smittaðum í Noregi er nú komið upp á 68.107, og tilsamans eru 3,6 miljónir koronu-kanningar gjørdar kring um í Noregi.

278.379 fólk í landinum hava nú fingið fyrru koppseting, og 93.251 hava fingið seinnu.

Í dag liggja 76 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og hetta eru fýra fólk fleiri enn í gjár.

Í Noregi eru 607 fólk deyð við koronu. 63,8 prosent av teimum deyðu vóru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum yngri enn 50 ár eru fráboðanir komnar um tilsamans níggju deyðsføll.