Gunnar Nielsen fylti í gjár 29 ár. Hann hevur á fyrsta sinni verið fyrsti málverji hjá einum felagi í eitt heilt kappingár, eftir at hann tíðliga í ár skifti til Stjarnuna í Íslandi.
Hoyr samrøðuna við Gunnar Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg fór til Stjarnuna fyri at fáa spæitíð. Mær hevur dámt væl her og eg havi fingið nógv burturúr, sigur Gunnar Nielsen, sum bleiv kosin til ársins spælara í felagnum av bæði áskoðarunum og liðfeløgunum.
Gunnar Nielsen er í løtuni uttan sáttmála og váttar, at tað er áhugi úr feløgunum í norðurlondum.
- Tað er áhugi úr øðrum londum enn Íslandi í norðurlondum, og Stjarnan ynskir eisini at eg haldi fram í felagnum, sigur Gunnar Nielsen.
Hoyr eisini Gunnar Nielsen fortelja um vónirnar til landsdystin í kvøld, og hvussu tað verður at spæla við einum nýggjum miðvølli.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum millum Ungarn og Føroyum. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 18.30