Óli Hammer, sum í dag er 29 ára gamal og nýliga hevur fingið kjans umborð á Norrönu sum yvirstýrimaður, byrjaði at sigla við Norrönu longu sum tannáringur.
Hann hjálpti til umborð í feriunum, og tá fólkaskúlin var lokin, byrjaði hann sum dekkari umborð fyri at savna sær siglingartíð.
Í 2011 stóð hann við skipsførarapróvnum í hondini, og tað gekk ikki long tíð, til hann fekk hýru hjá danska reiðarínum A2SEA, sum er eitt heldur øðrvísi reiðarí.
A2SEA eru serkønir innan vindorku í frálandavinnuni, og høvuðsendamálið hjá skipunum er at seta upp og hava eftirlit við vindmyllum á sjónum.
Óli Hammer sigur, at hann mynstraði fyrstu ferð í Bremerhaven sum 2. stýrimaður umborð á skipinum, Sea Energy, og uppgávurnar hjá skipinum vóru at servisera vindmyllur. Eitt ár seinni gjørdist hann 1. stýrimaður á spildurnýggja skipinum, Sea Installer, sum var komið til Esbjerg úr Kina, har skipið varð bygt.
Umleið eitt ár seinni varð Óli Hammer boðin at fara til Cosco Shipyard í Quidong í Kina at heinta enn eitt spildurnýtt skip, sum kallast Sea Challenger.
Her var hann so heppin at gerast yvirstýrimaður á sama skipi eitt ár seinni, og hann hevur verið í hesum starvi líka til 31. mars í ár, tá hann mynstraði við Norrönu sum yvirstýrimaður.
Sum yvirstýrimaður umborð á Norrönu situr tú við stórari ábyrgd og einum havi av ymiskum spennandi uppgávum, har eingin dagur er eins, sum Óli Hammer sjálvur tekur til.
Bæði pápin, Henrik Hammer og abbin, Óli Hammer, hava starvast fyri Smyril Line í nógv ár. Hvønn týdning hevur hetta fyri nýggja yvirstýrimannin?
- Ja, teir hava starvast her í langa tíð, og av tí sama hevur Smyril Line altíð ligið mær nær, tá felagið altíð hevur verið ein partur av familjuni. Soleiðis er tað framvegis, og eg vóni, at tað ikki fer at ganga so long tíð, til pápi kemur umborð aftur.
Óli Hammer sigur, at tað hevur stóran persónligan týdning fyri seg, at hann nú fekk møguleikan at taka við starvi umborð á Norrönu og saman við pápa sínum og mongum øðrum góðum fólkum umborð fekk møguleikan at bera stafettina víðari.
- Eg eri ómetaliga glaður fyri møguleikan at fylgja í teirra fótasporum. Men, her er eisini nógv at liva upp til, sigur 29 ára gamli yvirstýrimaðurin umborð á Norrönu.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er stór samrøða við Óla Hammer, sum greiðir neyvari frá tí, sum hann hevur fingist við, og hvørjar uppgávurnar eru hjá einum yvirstýrimanni umborð á Norrönu.