Enn einaferð er staðfest, at teirri stóru fjøldini dámar at hyggja eftir Grand Prix Hyggjaratølini eru nú gjørd upp fyri síðstu viku. Og sigast má, at tað var ikki smávegis rúgva av svenskum sjónvarpshyggjarum, ið sóu og hoyrdu Brand Enni, Amy Diamond, Christer Sjögren og øll hini, sum luttóku. 3.240.000 fólk hugdu eftir Melodifestivalen, sum var klárt mest í Svøríki, í farnu viku. So sjálvt um Brandur ikki kom víðari, so fingu hann og Føroyar stóra umrøðu framman fyri miljónatals hyggjarum. Sendingin ?På spåret? hevði 2,2 miljónir hyggjarar. Tann ítróttarsendingin, sum hevði frægasta talið av hyggjarum í farnu viku, var HM í skíðskjóting. 1,1 miljónir hyggjarar hugdu eftir tí kappingini.