3.109 eru deyð av korona í Norðanlndum

Í Svøríki eru nógv fleiri deyð av korona enn í hinum Norðurlondunum.

Tilsamans er nú deyð 3.109 fólk av korona í Norðanlondum.

Tað er ein hækking upp á 92 síðani gjáranáttina.

Við fólkatalið tilsamans upp á góðar 27 milliónir í Norðurlndum svarar tað til 11,4 deyð fyri hvørji 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum, Grønlandi ella Álandi er nakar deyður av smittuni.

Her eru tølini fram til á midnátt. Tølini í klombrum eru tal av deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

* Svøríki: 2274 deyð (22,2). 80 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 427 deyð (7,4). 5 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Norel: 205 deyð (3,8). 4 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 193 deyð (3,5). 3 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland, Landslæknaembæti í Føroyum.

/ritzau/