Spenningur er til tað síðsta um úrslitið av fólkaatkvøðuni um evruna í Danmark í dag. Seks veljarakanningar verða almannakunngjørdar í donskum fjølmiðlum í dag, og tríggjar teirra geva nei-síðuni sigurin, meðan sigurin fer til ja-síðuna í tveimum kanningum. Men so tætt er millum nei- og ja-síðuna, at tað verða nakrar fáar atkvøður, sum koma at avgera gjaldoyraspurningin í Danmark.
Tann higartil størsta kanningin hjá Gallup-stovninum verður almannakunngjørd í Berlingske Tidende og Danmarks Radio í dag. Sambært kanningini fara 46,3 prosent av atkvøða nei og 45,4 prosent ja. Munurin er sostatt minni enn eitt prosent, og tað eru framvegis 8,3 prosent, sum ikki vita, hvar tey skulu seta krossin. Gallup hevur spurt umleið 2600 fólk, um tey fara at atkvøða ja ella nei.
Tvær aðrar veljarakanningar geva nei-síðuni sigurin, og munurin millum ja og nei er í báðum førum tvey prosent.
Í kanningunum, sum geva ja-síðuni sigurin er munurin ávikavist 2 og 1 prosent. Kanningin hjá PLS Rambøll vísur, at 50,5 prosent av veljarunum fara at siga ja, og 49,5 prosent nei.
Og fyri at gera spenningin uppaftur størri, so vísur ein kanning í BT í dag, at tað stendur fullkomiliga á jøvnum millum ja- og nei-síðuna. Báðir partar standa til at fáa 47 prosent av atkvøðunum.
Hóast seks veljarakanningar eru almannakunngjørdar í dag, so eru fjølmiðlarnir ikki lidnir at lodda dýpið. TV2 fer seinnapartin javnan at almannakunngera úrslit frá sokallaðum exit-poll-kanningum. Tað eru kanningar, sum eru gjørdar á sjálvum valstøðunum. Sjónvarpsstøðin ætlar at spyrja umleið 10.000 fólk, sum hava verið og atkvøtt, hvar tey settu krossin.