Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, eru báðir á veg til París á súkklubaki í hesum døgum.
Á tílíkum langtíðarferðum er vanligt, at súkklarar punkterað ofta, og hjá Team Rynkeby er einki undantalk. Enn ikki politikkarar verða spardir.
Kaj Leo Holm Johannesen og Sjúrður Skaale hava eina innanhýsis kapping koyrandi, um hvør teirra fer at punktera færri ferðir. Støðan í løtuni er 3 – 3.
Onkur vil kanska vera við, at teir báðir eru fullir av gassi allíkavæl, so tað ger einki, um eitt sindur av luft fer úr ballónini hjá teimum.