Ebbedinna Jacobsen,
Kollafirði
Tað er ein stór misskiljing tá ið summi fólk halda at vit skulu halda Móselóg og boðini, um vit skulu vinna tokka hjá Gudi. Hesi skriftorðini vísa okkum, at bert Ísrael fekk Móselóg:
"Harrin hevur útvalt sær Jákup, Ísrael til ogn sína." (Sálmi 135,4)
"Harrin hevur kunngjørt Jákupi (Ísrael) orð sítt, Ísrael boð Síni og lógir sínar; tað hevur hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir Hansara kenna tær ikki". (Sálmi 147)
Bert Ísrael fekk Móselóg. Heldur ikki fekk nøkur onnur tjóð uttan Ísrael tey tíggju boðini, heldur ikki føroyingar. Tað er ivasamt um føroyingar vóru til tá. Við hesum verður ikki sagt, at innihaldið í Móselóg ikki er gott. Demokratisku rættarsamfeløgini í europa og serstakliga í norðurlondum, eru í høvuðsheitum bygd á meginreglurnar í teim tíggju boðunum og Móselóg. Men frá ævigari glatan frelsa hesar meginreglur ikki.
Fólk í onkrum trúarbólki halda seg dýrka Gud við at halda lógboð, sum Gud, við Jesusi Kristi, hevur tikið burtur fyri 2000 árum síðani.
Kristus er endi lógarinnar
Nú meiri enn 2000 ár eftir, at Jesu fullgjørdi alt, tá ið hann doyði, sum lógin kravdi av okkum, so halda mong menniskju framvegis, at tey dýrka Gud við at halda Móselóg. Paulus, sum sjálvur var lóglærdur jødi, men varð frelstur við trúgv á Jesus Kristus, sigur við sigursælari visssu og sannføring:
"Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr." (Rómbrævið 10,4)
Kristus tók burtur boðlógina og alt sum hoyrdi til lógina. So fræls eiga vit at kenna okkum. Er hetta ikki stórt og vælsignað?
Kristus gjørdi tað einsamallur
Einki menniskja hjálpti til við at útvega okkum frið við Gud, tí menniskjað kann einki gera her. Kristus gjørdi alt einsamallur.
"Hann (Kristus) kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru. Tí við Honum hava vit - báðir partar - í einum Anda atgongd til Faðirin. Tí eru tit ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna - og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum. Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum." (Efesusbrævið 2,17-22)
Kristus útinti alt verkið á Golgatá
Hetta gjørdi frelsarin á krossinum fyri meiri enn 2000 árum síðani. Men blind eru menniskju, tá tey trúgva at tey dýrka Gud og verða frelst við at halda Móselógina, sum ongantíð er givin øðrum enn jødunum.
Jesus útinti verkið einsamallur, meðan hann hekk har í svárari pínu og stríddist samstundis við helvitis maktir, til hann rópti: "Tað er fullgjørt!". Signaður veri hann! Hann eigur alla tøkk og alla æru frá øllum Guds børnum gjøgnum alla ævina!