3 orsøkir og 3 viðmerkingar

Thormund Johannesen, Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc.
-----

Tríggjar orsøkir at velja eina kvotaskipan fram um eina dagaskipan

Umsitingarligir fyrimunir
Við eini kvotaskipan kann neyðug avmarkingin í fiskiveiðu ásetast einfalt og beinleiðis sambært tilmælum frá fiskifrøðini um mest loyvda veiðu.

Í eini dagaskipan skal tilmæli frá fiskifrøðini umsetast til eitt veiðitrýst, sum verður ásetast við sera ivasomum parametrum um veiðuorku, og tað hevur víst seg at vera trupult.

Vinnu- og búskaparligir fyrimunir
At neyðug veiðuavmarking liggur í ásettum kvotum, ber í sær, at darvandi kapasitetsavmarkingar nýtast ikki at verða lagdar á skip og reiðskap. Fiskivinnan fær tí frælsi at tillagast og mennast, so best møgulig búskaparlig úrslit fáast burturúr.

Neyðugar kapasitetsavmarkingar í eini dagaskipan hava víst seg at darva tillaging og menning av flotanum, sum tí ikki fær nøktandi búskaparlig úrslit.

Lívfrøðiligir fyrimunir
Veiðan eftir toski, hýsu og upsa skal avmarkast í mun til hvussu hvør av hesum stovnum er fyri. Kvotur vilja eggja vinnuni at skipa fiskiskapin samsvarandi kvotabýtinum, og harvið geva stovnunum, hvør sær, vernd eftir tørvi.

Ein dagaskipan, harafturímóti, manglar heilt hesa áeggjan at skipa fiskiskapin í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri.


Tríggjar viðmerkingar til uppáhald:

1) Kvotur kunnu ikki brúkast í blandingsfiskaríi, sum undir Føroyum!
Blandingsfiskarí merkir bert, at skipini skulu hava kvotur til fleiri fiskasløg.
Kvotur verða ásettar í mun til hvussu stovnarnir eru fyri, og fiskivinnan verður tí eggja at stremba eftir einum býti í fiskasløgum, sum samsvarar kvotunum/stovnunum.

Ein dagaskipan manglar heilt hesa áeggjan at skipa fiskiskapin í mun til hvussu stovnarnir hvør sær eru fyri. Tí er ein kvotaskipan lívfrøðiliga betur egnað í einum blandingsfiskaríi enn ein dagaskipan.

2) Útblaking er ein stórur trupulleiki við kvotum!
Jú víst er útblaking ein stórur trupulleiki í eini kvotaskipan, men eru ikki manglandi búskaparlig úrslit vegna darvandi bindingar á veiðutólini í eini dagaskipan ein enn størri trupulleiki?

Kravið eigur at vera, at alt skal takast til lands. Óheimilað veiða skal avroknast á serstakan hátt, so hon er ikki viðkomandi skipi til fyrimuns.

Útblaking er annars eitt revsirættarligt mál og skal tí viðgerast sum slíkt við eftirliti og revsing, og eigur á ongan hátt at ávirka tilgongdina viðvíkjandi eini nýggjari fiskivinnulóg.

Vil fiskivinnan fiskastovnunum og sínum lívsgrundarlagi væl, er hon væl eisini áhugað í at virka fyri, at útblaking fer ikki fram.

3) Um okkara dagaskipan verður tillagað og óhepnar bindingar tiknar burtur, kann hon, eins væl og ein kvotaskipan, brúkast!
Í eini dagaskipin er neyðugt at leggja kapasitetsavmarkingar á veiðitólini, og hesar vilja, hvussu tær so enn verða framdar, darva tillaging og menning av flotanum, og harvið gerast búskaparligu úrslitini lakari.
Hetta er kjarnutrupulleikin í eini dagaskipan, og kvotaskipanin er tí búskaparliga ein betri skipan.


Samanumtøka:

Tað átti at verið eyðsæð, at óavmarkað rættindi at gagnnýta ávísa nøgd av svimjandi fiskatilfeingi (kvotaskipan), gevur væl betri møguleikar fyri búskaparligari optimering, enn rættindi at veiða samsvarandi fiskatilfeingi, bundin at kapasitetsavmarkaðum skipum (dagaskipan).
Heimaflotin hevur undir fiskidagaskipanini seinastu 16 árini uppliva størstu stagnatión í føroyskari fiskivinnusøgu, og tað er tí óskiljandi, at tað eru røddir frammi, sum við lívfrøðiligum argumentum mæla til, at halda fram við hesi búskaparliga óbrúkiligi skipan.
Hava hesir menn ikki skilt, at um ikki nøktandi búskaparlig úrslit fáast burturúr, kann tað gera tað sama at pástanda, at vit hava eitt lívfrøðiliga burðardyggari fiskarí enn aðrir?

Tað verður ein vanlukka fyri samfelagið, um vit halda fram við eini dagaskipan, og kanska ikki fyrr enn um eini 10 ár mugu viðurkenna, at ein slík kapasitetsavmarkandi skipan er ov stirvin til tess at kunna geva nøktandi búskaparlig úrslit.

Best, um politiska skipanin setur kvoturnar, og vinnan flotan.