3. september 1939: Chamberlain sendir Hitler krígsavbjóðing

Tann 3. september í 1939 talaði bretski forsætisráðharrin, Neville Chamberlain til alt tað bretska fólkið, har hann boðaði frá, at Stórabretland nú var í kríggi við Týskland. Talan er helst um eitt hitt kendasta útvarpsbrotið í søguni

Í dag eru 70 ár liðin síðani kendasta útvarpingin í stoltu søguni hjá bretska kringvarpinum, BBC var send. Alt Stórabretland lurtaði, tá forsætisráðharrin, Neville Chamberlain boðaði frá, at Stórabretland aftur skuldi í kríggj ímóti Týsklandi, minni enn 21 ár aftaná seinasta kríggið ímóti Týsklandi. Ljóðbrotið hevur mangan verið endurgivið, tá róð verður aftur í tíðina, fyri at minnast seinna heimskríggj, sum var árini 1939-1945.

 

Frá Downing Street

 

Og soleiðis ljóðaði tað fyri 70 árum síðani, tá Chamberlain talaði til bretska fólkið. Tað vóru eisini fólk heima í Føroyum, sum lurtaðu henda dagin. – Eg tosi til tykkum her frá stjórnarrúminum í Downing Street nummar 10. Í morgun handaði bretski sendiharrin í Berlin týsku stjórnini eitt notat, sum boðaði frá, at um ikki Týskland tók sínar herdeildir aftur úr Pólandi, so valdaði kríggj ímillum lond okkara. Eg má siga tykkum nú, at eingin slík afturtøka er framd, og tað merkir so, at land okkara og Týskland nú eru í kríggi ímóti hvørjum øðrum.

 

Beiskt afturstig

 

Tit kunnu ímynda tykkum, at hetta er eitt beiskt afturstig hjá mær, sum havi stríðst fyri at vinna frið, men havi miseydnast við hesum. Men eg trúgvi ikki, at eg kundi gjørt nakað meir, ella nakað øðrvísi, sum hevði givið eitt betri úrslit. Til tað seinasta hevði tað verið gjørligt at fingið eina friðarliga og ærufulla loysn á stríðnum millum Týskland og Póland, men hetta vildi Hitler ikki. Hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at hann skuldi leypa á Póland, líkamikið hvat hendi, og sjálvt um hann nú sigur, at hann hevur sent pólendingum eitt uppskot við rímiligum treytum, so er hetta ikki ein sonn fráboðan. Uppskotið er ongantíð lagt fram fyri pólendingum, tíansheldur fyri okkum, og sjálvt um tey vóru løgd fram í týska ríkisútvarpinum hóskvøldið (2. september 1939), so bíðaði Hitler ikki eftir at fáa viðmerkingar uppá uppskotið, men gav bara herdeildum sínum boð um at fara um pólska markið. Gerðir hansara vísa heilt greitt, at tað er eingin møguleiki fyri at vænta, at hesin maðurin nakrantíð fer at gevast at brúka vald fyri at fáa sín vilja. Hann kann bara steðgast við valdi.

 

Hjálpa Pólandi

 

Vit og Frakland fara at halda okkum til tað vit hava bundið okkum til, og vit fara at hjálpa Pólandi, sum so djarvt roynir at standa ímóti tí ónda og óframprovokeraða álopinum, sum verður framt ímóti pólska fólkinum. Vit hava eina reina samvitsku – vit hava gjørt alt, sum ein tjóð kann gera fyri at varðveita friðin. Við núverandi støðu, har vit ikki kunnu trúgva nøkrum orði, sum stjórnarleiðari Týsklands sigur, og har einki fólk og einki land kann kenna seg trygt, hava vit tikið avgerð um at gera ein enda á hesum. Eg veit, at tit fara at gera tykkara við at vera rólig og djørv. Við eina løtu sum hesa, er tað gott at vita, at vit hava fingið stuðul lovaðan frá øllum tí bretska heimsveldinum. Tá eg eri liðugur við mín boðskap, vera nakrar útgreinandi kunngerðir frá stjórnini at hoyra. Gevi gætur hvat hesar kunngerðir siga. Stjórnin hevur gjørt eina ætlan, har tað verður møguligt hjá tjóðini at virka og arbeiða í tí stríði og strongd, sum nú liggur fyri framman. Má Gud signa tykkum øll. Gævi, at hann verjir rættin. Tí tað vera óndir lutir, sum vit fara at berjast ímóti. Tað verður ein brutal styrki, ein ring trúgv, kúging og forfylgjing – og hesum eri eg vísur í, at vit fara at sigra á, endar Neville Chamberlain røðu sína.

 

Doyði árið eftir

 

Heimurin kann í dag, 70 ár seinni fegnast um, at Chamberlain fekk ynski sítt uppfylt. Chamberlain náddi kortini ikki at uppliva stóra sigurin hjá tí frælsa heiminum. 10. mai í 1940 legði hann frá sær, sum forsætisráðharri, og longu 9. november sama árið doyði hann, 71 ára gamal. Av summum søguskrivarum verður hann hartaður fyri at vera ov eftirgevandi yvirfyri Hitler í 1938, tá hann gekk við til, at Týskland kundi taka Kekkoslovakia. Chamberlain verður vardur av øðrum søguskrivarum, at hann gav Stórabretlandi meir enn eitt ár eyka at fyrireika seg í, og tað var undanmaðurin, Stanley Baldwin, sum ráddi fyri borgum fram til 1937, sum í stóran mun hevði avvápnað Stórabretland, so landið ikki var ført fyri at føra kríggj. Winston Churchill, sum gjørdist forsætisráðharri aftaná Chamberlain vardi hann, og segði, at Chamberlain var ein rætthugsandi og friðarelskandi maður, og at hann í bestu meining handlaði út frá hesum.