Leygarkvøldið verður triða umfarið í ársins útgávu av singer/songwriter kappingini, sum Hotel Hafnia er karmur um. Luttakarar hesa ferð eru Holgar Jacobsen, Heri Trondesen og Kári Páll Nolsøe, sum so eisini fáa kvinnuligt mótspæl við Evy Isaksen. Kvøldið byrjar klokkan 22.