Kl. 15:
B36-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: Róaldur Jacobsen 78.
dómari: Eiler Rasmussen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Magnus Olsen, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Clementsen, Poul Arni Jacobsen (Súni úr Hørg, 79.) ? Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Hanus Thorleifsson - Jákup á Borg (Høgni Eysturoy, 34.), Koroma, Sam Malson (Janus Mortensen, 68.)
Gult kort: Klæmint Matras, Tróndur Vatnhamar
KÍ: Jákup Mikkelsen ? Stefan Kalsø (Jan Andreasen, 46.), Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen ? Ivan Joensen (Allan Joensen, 88.), John Hammer, Erland B. Danielsen, Eli Simonsen, Kristoffur Jakobsen - Adrian Stauss (Arnold Joensen, 46.)
Gult kort: John Hammer, Jógvan Isaksen
Reytt kort: Jan Andreasen
15 min.: Fyrsta korterið hevur B36 fyri tað mesta havt bóltin. KÍ hevur lagt varðið fyri, men klaksvíkingar lúra støðugt eftir møguleikanum at fara í snarálop, og síðstu løtuna hava teir eftir lítlari løtu havt fýra hornaspørk.
30 min.: Mynstrið er tað sama, men spælið hevur kanska javnað seg eitt sindur.
35. min.: Jákup á Borg, ið ivaleyst er ein av teimum, sum nýggi landsliðsvenjarin, Brian Kerr, er í Gundadali og hyggur at, noyðist av vøllinum. Hann er skaddur í knænum, og nýggjur á B36 liðnum er 18 ára gamli Høgni Eysturoy.
Dygdin í spælinum er einki at reypa av, og málmøguleikarnir hava verið sera fáir og smáir.
45. min: 1. hálvleikur er liðugur, og støðan er 0-0. Klæmint Matras og John Hammer hava sæð gult. Millum teir báðar eru nógvir nærdystir, og báðir hava verið í nánd av einum gulum korti afturat og harvið útvísing.
46. min: KÍ hevur gjørt tvær skiftingar. Adrian Stauss er útfarin og veteranurin Arnold Joensen er innskiftur. Arnold er í vinstra borði, og Kristoffur Jakobsen er fluttur fram í álopið.
Stefan Kalsø er farin út, og veteranurin Jan Andreasen er innskiftur. Jan er í miðverjuni, og Oddmar á Lakjuni er fluttur á høgra vongverja.
57. min: Eftir tvey KÍ horna frá Eli Simonsen stútar Kristoffur Jakobsen á stólpan aftan fyri Trónd Vatnhamar!
Klaksvíkingar eru grammir, og tað er um reppið, at Erland B. Danielsen gerst púra leysur.
62. min.: KÍ tykist vera oman á, og klaksvíkingar vísa gott sjálvsálit. Spælið hongur betri saman hjá báðum pørtum, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki.
78. min: 1-0 til B36. Róaldur Jacobsen smekkar bóltin upp undir nettakið, eftir at Koroma hevði roynt seg, og retururin stakk til unga miðvallaran.
79. min.: Súni úr Hørg loysir Poul Arna Jacobsen av. Magnus Olsen fer úr høgra og á vinstra vongverja, og Suni úr Hørg verður vongverji í høgru.
85. min.: KÍ hevur bóltin nógv, men B36 er so tætt í verjupartinum, at tað er torført hjá KÍ at bróta ígjøgnum. Besta málmøguleikan síðstu løtuna hevur B36 havt, men Jákup Mikkelsen bjargaði royndini hjá Róaldi Jacobsen til horna.
87. min.: Jan Andreasen sær reytt, tí linjuverjin sigur, at hann hevur hevnt seg inn á Koroma.
90. min.: KÍ misnýtir risa møguleika. Eftir innlegg er Kristoffur Jakobsen púra leysur, tá ið Tróndur Vatnhamar kemur út ímóti honum, men bólturin fer omanfyri málið.
Dysturin er liðugur, og B36 hevur vunnið 1-0.
AB-ÍF 2-0 (1-0)
dómari: Georg Rasmussen
1-0: Rasmus Nielsen
2-0: John Hansen
18. min: 1-0: Rasmus Nielsen, sum úr vinstru sneiddi seg leysan av fleiri mótstøðumonnum og setti bóltin í málið.
AB tykist hava leikliga yvirvág.
Eftir tapið á heimavølli ímóti B36 hevur ÍF umskipað miðverjuna, sum í dag er mannað við Poul Ennigarð og Bartal Eliasen, ið eru frammanfyri málverjan Andras Gango.
30 min.: ÍF hevur fingið høvdið væl meiri fyri seg, enn fuglfirðingar høvdu fyrra partin av hálvleikinum.
45. min: Eftir 1. hálvleik er støðan 1-0 til AB. Størsta møguleikan, síðani Rasmus Nielsen eftir 18 minuttir legði AB á odda, hevur AB verjuspælarin Rói Danielsen havt, men úr góðari støðu misnýtti hann.
53. min.: Andras Gango hevur meistarliga bjarging, tá ið Rasmus Nielsen er púra leysur. ÍF roynir at leggja trýst á.
85. min.: Bartal Eliasen stýrir frísparksinnleggi á stólpan.
86. min.: 2-0. Innskifti Jónas Stenberg leggur innfyri, og John Hansen setti bóltin í málið.
Dysturin er liðugur, og AB vann 2-0.
Kl. 16
EB/Streymur-B68 3-0 (1-0)
dómari: Ransin Djurhuus
1-0: Levi Hanssen
2-0: Arnbjørn Hansen
3-0: Leif Niclasen
15. min.: 1-0: Levi Hanssen skumpar bóltin inn um strikuna aftanfyri Vlada Filipovic. Heimaliðið hevur verið greitt omaná. Arnbjørn Hansen, sum hevur verið skaddur, er við í EB/Streyma álopinum.
45. min.: Eftir 1. hálvleik er EB/Streymur á odda 1-0. Heimaliðið hevur verið leikliga omaná. Í onkrum deyðbóltsstøðum hevur B68 verið tætt við.
58. min.: Støðan er framvegis 1-0 til EB/Streym. Heimaliðið er framvegis omaná, men B68 hevur flutt seg eitt sindur fram.
Keita er einsamallur í B68 álopinum, og ofta hevur tað verið torført hjá honum. Men eina ferð var hann leysur, uttan at tað eydnaðist.
Sorin Anghel hevur havt fínan møguleika, men Vlada Filipovic bjargaði.
70. min.: EB/Streymuer er nú á odda 2-0. Toppskjúttin í bestu deildini í fjør, Arnbjørn Hansen, setur bóltin í málið, eftir at Santos, sum í dag er høgri vongverji, hevði lagt horna innfyri.
Dysturin er liðugur. EB/Streymur vann 3-0. Síðsta málið skoraði Leif Niclasen úr 20 metrum.