30 ár síðani Palme-morðið

Tað var um kvøldið tann 28. februar 1986, at svenski forsætisráðharrin, Olof Palme, var skotin og myrdur.

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)

Í kvøld klokkan 22.21 okkara tíð, eru júst 30 ár liðin, síðani onkur skjeyt og drap svenska forsætisráðharran, Olof Palme, sum saman við konu síni, Lisbet, spákaði mitt í Stockholm á veg heim eftir ein biograftúr.

Úr stuttari frástøðuskjeyt ein maður Palme í ryggin við revolvara. Ein kúla rakti so meint, at forsætisráðharrin doyði beinanvegin, og ein onnur kúla bar við konu hansara, so hon fekk smærri snuddir. Nakað eftir midnátt hetta kvøldið bórust boðini um, at Olof Palme var deyður.



Fleiri minningarhald hava verið í Svøríki í dag, og millum annað hevur politiið har valt at havt telefonlinjurnar opnar, skuldi onkur komið í tankar um okkurt, ið hevur við morðið at gera – hóast tann møguleikin er lítil, nú so nógv ár eru liðin.



– Hóast minnismyndin hjá fólki bliknar og lyklavitni eru blivin alsamt eldri, hava vit ikki givið upp at fáa loyst hesa gátuna, sigur Hans Melander, leiðari í Palme-bólkinum hjá svenska politiinum.



Framvegis ikki uppklárað

Svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, vitjaði grøvina hjá Olof Palme á Adolf Fredriks kirkjugarði í Stockholm í dag, og tað sama gjørdi svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallström, ið var á grøvini saman við 12 latínamerikanskum sendiharrum og svenskarum við latínamerikanskum ættarbondum, ið vildu heiðra Palme.



Hóast upplýsingar í síðstuni hava verið frammi um, at onkur skal hava vita um, hvør myrdi Olof Palme, sigur Stefan Löfven seg ikki ivast í, at tað var Christer Pettersson, ið fyrst bleiv dømdur og seinni fríkendur fyri morðið, ið var illgerðarmaðurin.



– Tá einkjan, Lisbet Palme, sigur seg við vissu vita, at tað var Christer Pettersson, ið gjørdi tað, trúgvi eg tí, sigur svenski forsætisráðharrin við avísina Dagens Nyheter.



Lisbet Palme peikaði á Christer Pettersson, ið bleiv dømdur í rættinum í Stockholm í 1989, men vitnisburður hennara bleiv seinni kolldømdur í landsrættinum, tí mannagongdin ikki var tann rætt, tá hon segði seg kenn drápsmannin aftur.



Hóast 23 onnur fólk sóu seg síggja drápsmannin hetta lagnukvøldið fyri 30 árum síðani, og tvey søgdu seg hava sæð alt, sum hendi, men allíkavæl stendur Palme-morðið tann dag í dag sum ein óloyst gáta.

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)

Í dag eru júst 30 ár liðin, síðani Olof Palme var myrdur (Mynd: Polfoto)