- Eg havi ongantíð í lívinum hótt eitt annað menniskja.
Tað vissaði ein gott 50 ára gamal maður dómaran um, tá málið var fyri í Føroya Rætti fríggjadagin.
Tann ákærdi greiddi frá, at hann hevði ringt til læknan tíðliga um morgunin tann 30. januar í ár. Læknin hevði júst fingið eina viðurkenning, og tað helt ákærdi maðurin lítið um.
- Eftir at hann hevur havt sonin í viðgerð, er sonurin vorðin ein reinur djevul, greiddi ákærdi frá í rættinum.
Hann noktaði fyri at hava hótt nakran, men hann greiddi frá, at sonurin hinvegin hevði hótt seg eftir lívinum. Hetta hendi, tá hann hevði tikið sonin við til útróðrar, men sonurin hevði etið heilivág til tvær vikur eftir tveimum døgum. Hetta førdi til, at sonurin hótti ákærda so hesin mátti sigla inn við soninum.
- Tað var hetta, eg greiddi læknanum frá, og hann má so hava misskilt meg, segði ákærdi í rættinum.
Ákærdi segði seg eisini hava skuldsett læknan fyri at vera »Føroya størsti pushari«, enntá við almennari løn.
Avsannaði
Læknin var førdur sum vitni. Hann greiddi frá, at hann varð uppringdur klokkan 06.15 av einum manni, ið presenteraði seg sum pápa at einum sjúklingi hjá sær.
- Men av tí at bert fornavnið var sagt, kundi eg ikki vita hvønn talan var um, tí eg havi fleiri persónar við hasum fornavninum sum sjúklingar, greiddi læknin frá.
Fyrsta samrøðan vardi 54 sekund, og sambært læknanum var bert tosað um, at maðurin presenteraði seg, og so tann viðurkenningin, sum læknin hevði fingið.
Eftir hetta ringdi ákærdi tríggjar ferðir aftrat, men læknin breyt av tvær tær fyrstu ferðirnar.
- Triðju ferðina, hann ringdi, tók eg hornið og hoyrdi bara orðini »Tú skal drepast«, so varð lagt á, segði læknin.
Men av tí at hann ikki visti, hvør maðurin var, sum hevði ringt, og at talan var um eina deyðshóttan, gjørdi hann av at melda málið.
Ákæruvaldið tók hendingina í størsta álvara, og ákærin kravdi mannin dømdan í ikki minni enn 30 daga fongsul. Verjin helt hinvegin ikki, at málið var so álvarsligt og mælti til ein treytaðan dóm.
Men dómarin fylgdi tilmælinum hjá ákæranum og dømdi mannin 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
Ákærdi umhugsar dómin og hevur eina freist upp á 14 dagar at kæra málið inn fyri landsrættin.