30 deyð í yvirgangi í Ankara

Í minsta lagi 30 fólk eru deyð og minst 126 løstað í spreingingum í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara.

Í minsta lagi 30 fólk eru deyð og minst 126 løstað í tveimum spreingingum, sum hava verið í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, í morgun.

Spreingingarnar vóru, júst sum fólk savnaðust við eina jarnbreytarstøð til eina friðarliga mótmælisgongu ímóti stríðnum millum turkiska statin og vápnaðar kurdar í landsynningspartinum av landinum.

Enn er ógreitt, hvør stendur aftan fyri spreingingarnar, veit turkiski miðilin, CNN Turk, at siga.

Turkiskar stjórnarkeldur upplýsa, at tað snýr seg um eina yvirgangsatsókn og myndugleikarnir kanna nú, um talan hevur verið um sjálvmorðsálop.