VENJINGARLEGA
Jógvan Martin Olsen hevur sent bestu føroysku fótbóltsspælarunum jólabræv. Innihaldið er innkalling til fyrstu venjingarleguna við nýggja oddamanninum fyri landsliðnum. Venjingarlegan verður í Havnini 7. og 8. januar. Umframt venjingarnar á vøllinum er ætlanin at spælararnir skulu fáa kostvegleiðing frá landsliðslæknanum Jens Paula Marstein, og so fara ætlanirnar fyri nýggja landsliðsárið at verða lagdar fyri spælararnar.
Teir, sum droyma um at gerast landsliðsspælarar, og sum ikki hava fingið boð til fyrstu venjingarleguna, mugu ivaleyst rokna við, at teir skulu stríða serliga nógv fyri at koma í altjóða hitan. Venjarin hevur givið 30 spælarum boð, og tískil eigur hesin hópurin at verða roknaður sum brutto landsliðið.
Tosað hevur verið um ættarliðsskifti, og millum teir, sum hava fingið boð, eru nógvir blaðungir spælarar. Her verður eitt nú hugsað um Christian R. Mouritsen í Manchester City, Jóhan T. Davidsen í Everton, Hans Paula Samuelsen og Bárð Olsen úr EB/Streymi, Jann Inga Petersen úr B68, Hanus Thorleifsson, sum nú umboðar B36, og Jónas Tór Næs úr Frem.
Jens Martin Knudsen telist ikki longur millum spælararnar. Hann er málmansvenjari. Saman við Jákupi Mikkelsen hava tveir aðrir málverjar fingið boð. Teir eru Bárður Johannesen úr HB og Gunnar Nielsen úr Frem. Tað tykjast altso at vera veteranurin í HB og ungi eykamálverjin í Frem, sum skulu stríðast um at verða annar av landsliðsmálverjunum.
Todi Jónsson hevur áður boðað frá, at hann ikki er tøkur til landsliðið, og Julian S. Johnsson tykist á B68 liðnum at skula prógva, at hann framvegis er upplagt landsliðsevni, áðrenn hann verður boðsendur.
Teir, sum hava fingið landsliðsboð eru Jákup Mikkelsen, Hanus Thorleifsson, Bergur Midjord og Fróði Benjaminsen úr B36, Bárður Johannesen, Janus Joensen, Jákup á Borg, Kári Nielsen og Rasmus Nolsøe úr HB, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør úr KÍ, Símun Samuelsen úr Keflavík, Mortan úr Hørg úr VB, Hanus Jacobsen úr GÍ, Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen úr EB/Streymi, Pauli G. Hansen og Jónhard Fredriksberg úr Skála, Høgni Zachariassen úr ÍF, Jann Ingi Petersen úr B68, Christian H. Jacobsen úr NSÍ, Óli Johannesen úr TB, Rógvi Jaocbsen úr KR, Andrew av Fløtum úr Fremad Amager, Christian R. Mouritsen úr Manchester City, Jón Rói Jacobsen, Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs úr Frem og Jóhan T. Davidsen úr Everton.