Nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut í Danmark siga, at 30 nýggir tilburðir av korona-smittu eru staðfestir í Danmark seinasta samdøgnið. Samlaða talið av smittu-tilburðum í Danmark er nú 13.557.
Higartil hava danir testað stívliga 1,1 miljón fólk, og 613 eru deyð við korona í Danmark.
Áður hevur danska Heilsustýrið mett, at út við 580.000 danir fóru at gerast smittaðir við korona. Mett varð eisini, at 11.200 fólk fóru at verða innløgd, og at umleið 2800 fóru at fáa tørv á intensivari viðgerð.
Men, eftir at Danmark fór niður í ferð, hevur smittutrýstið og talið av teimum, sum vórðu innløgd, ikki verið nær til so stórt, sum Heilsustýrið stúrdi fyri.
Samanbera vit tølini hjá Noregi við tølini hjá Danmark, sæst, at 9.142 fólk í Noregi higartil eru smittað, fimm eru í løtuni innløgd. Samlaða talið av fólk, sum eru deyð við korona í Noregi, er 255.
Talið av deyðum í Svøríki fellur í eyguni - serliga, tá talið í Svøríki verður samanborið verður við tølini í Danmark og Noregi. Í Svøríki eru nevniliga væl yvir 5000 fólk deyð við korona-smittu, síðan farsóttin fór at gera um seg.