Oyri: Hóast oyrarfólk hava verið í skeljum í 30 ár, gongur hampiliga væl kortini. Fríggjadagin 1. december vóru 30 ár liðin, síðan Skeljavirkið á Oyri tók móti teimum fyrstu skeljunum. Samstundis høvdu tvær av kvinnunum, sum vóru til areiðis tann fyrsta dagin, eisini 30 ára starvsdag hjá fyritøkuni O C Joensen.
1. december 1970 legði Poppy hjá O C Joensen fyrstu skeljarnar upp á bryggjuna á Oyri. Skeljarnar vórðu koyrdar inn í gamla húsið sunnan fyri kraftfóðurgoymsluna hjá Pouli á Oyri, har tær vórðu loypar í eini gassgrýtu og síðan skildar við hond á einum træborði við eini takrennu í miðuni.
Anna Maria Petersen og Lydia Dahl av Oyri vóru tvær av trimum kvinnum, sum vóru til arbeiðis hendan dagin. Tær eru báðar í fyritøkuni enn, hóast tær nú arbeiða á rækjuvirkinum.
Triðja kvinnan, sum var til arbeiðis fyrsta dag, var Súsanna Andreasen av Oyri, sum nú er givin at arbeiða.
Tær tríggjar reinsaðu skeljarnar við hond. Loyptu skeljarnar komu upp á borðið, har tær vórðu holaðar við skeið, og reinsaðu vøddarnir latnir niður í takrennuna á miðum borðinum, haðani teir so fóru í posar, sum vóru sendir aðrastaðni at frysta. Anna Maria og Lydia halda seg minnast, at skeljarnar fyrstu tíðina vórðu frystar í Hvalvík og á Eiði. Sjálv skelin og annars tað, sum burtur varð koyrt, varð tveitt í kurvar, sum stóðu á gólvinum.
Saman við teimum trimum sum reinsaðu, var eisini Johan Poulsen, vanliga nevndu Hanni, av Oyrarbakka. Hanni doyði fyri nøkrum árum síðan. Hann hevði millum annað til arbeiðis at loypa skeljarnar.
Her var tað, at hendan vælsignaða gassgrýtan kom fyri, minnast Lydia og Anna Maria. Skeljarnar vóru koyrdar í kurvar, sum síðan vórðu settar niður í grýtuna, til tær vóru loyptar, og síðan stoyttar á borðið.
Ikki varð altíð hugsað so nógv um krøv tá, sum tað er í dag. Til dømis var vanligt, at fólk gekk inn á gólvið at práta, meðan arbeitt varð. Eingin Heilsufrøðilig Starvsstova var tá, greiða tær báðar, Lydia og Anna Maria frá.
Og har var heldur ikki so nógv annað, sum í dag er vanligt og hoyrir til. Eitt nú matarhøll. Í dag sita tey uppi á loftinum í nýggja virkinum í stásiligari matarhøll við fluguneti fyri øll vindeygu, sum kunnu latast upp. Soleiðis var ikki, tá byrjað varð. Tá var farið við varmafløskuni inn í goymsluni hjá Pouli á Oyri, har tær funnu sær ein kraftfóður- ella tøðsekk, sum tær so settu seg á at fáa sær ein kaffimunn. Og høvdu tær hug at roykja, fóru tær bara útum, og komu so aftur, tá liðugt var. Einki við at stíga í steriliserandi løg á vegnum ella nakað sovorðið. Men tær royktu tó ikki, meðan tær stóðu yvir borðinum og arbeiddu.
Tað gamla er farið
Í dag er alt øðrvísi, enn tað var í byrjanini, sigur Høgni Sóloy, virkisleiðari. Og tá meinar hann heilt bókstaviliga øðrvísi, sigur hann.
Tað arbeiða í dag umleið 100 fólk á báðum virkjunum hjá O C Joensen. Mest er á rækjuvirkinum, sum eisini er nógv tann størri parturin av virkseminum, hóast skeljavirkið er tað eldra.
Á sjálvum skeljavirkinum arbeiða í dag 17 fólk. Umframt eru seks mans við Norðheim, sum trolar eftir skeljum og leggur upp á Oyri. Til samanberingar nevnir Høgni Sóloy, virkisleiðari, at tá hetta nýggja virkið lat upp í 1981, arbeiddu 75 fólk bara har. Men síðan er rationaliserað. So hóast framleiðslan er rættiliga nógv størri í dag, enn hon var tá, er bara ein partur av fólkatalinum til arbeiðis á Skeljavirkinum. Restina klára maskinurnar, sigur hann.
Høgni Sóloy sigur, at virkið sum er arbeiðir umleið 5.000-6.000 tons av lidnari vøru árliga. Nøgdin hevur verið vaksandi, sigur hann. Tað sæst á hagtølunum, sum siga, at seinastu 10 árini hevur meðalúrtøkan verið umleið 3.500 tons.
Men í ár sær út til at vera heldur slakari, sigur Høgni Sóloy. Hann væntar, at tað verður kanska ikki meira enn til eini 2.500 tons í ár, og tað er lítið.
Ójøvn úrtøka
Vanliga plagar úrtøkan av lidnari vøru at liggja um eini 8-9% av tí, sum fiskað verður. Men so koma ár ímillum, har úrtøkan lækkar. Og árið í ár hevur verið eitt tílíkt ár, sigur virkisleiðarin. Hann væntar ikki meira enn eini 5% í ár. Tað kemst av, at sjálv skelin er størri enn vanlig ár, umframt at tær eru rættiliga gjarvaksnar. Men sjálvur vøddin verður tó ikki størri enn tað sama, og tað er hann, sum brúktur verður. Hvør orsøkin er til, at skeljarnar vaksa og verða gjarvaksnar, veit virkisleiðarin á Skeljavirkinum ikki at siga.
Høgni Sóloy, virkisleiðari á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at prísurin fyri skeljavøddarnar hevur verið sera ójavnur gjøgnum árini. Onkuntíð hevur hann verið niðri á 23,- kr, fyri kg. Í ár liggur hann um tær 50,- krónurnar. Skeljarnar av Oyri verða seldar til Fraklands.
Tað hevur eisini verið rættiliga skiftandi, hvussu nógv fólk hevur fiskað skeljar gjøgnum tíðirnar.
Fyri nøkrum árum síðan vóru umleið 20-25 mans, sum fiskaðu 2.000 tons av skeljum. Tá vóru eini tvey størri skip umframt fleiri smærri bátar, sum trolaðu. Í dag klára teir seks menninir við Norðheim at fiska meira enn tað dupulta einsamallir. Eisini var eitt skifti eitt annað skeljavirki í landinum, Men tað gavst rættiliga skjótt aftur.
Høgni Sóloy, virkisleiðari á Skeljavirkinum á Oyri, sigur, at hansara meting er, at tað er ikki pláss fyri fleiri skipum at fiska skeljar. Tíðin, fiskað verður, er stutt, og nú vísir tað seg eisini, at nakað væl av tíð fer til leiting.
Fyri nøkrum árum síðan mælti Fiskirannsóknarstovan - við fyrivarni - til, at tað ikki verða fiskað meira enn umleið 5.000-7.ooo tons av skeljum undir Føroyum. Og tað hóskar væl til tað, Norðheim klárar, heldur Høgni Sóloy.