30 ára hátíðarhald hjá Barnabata

Í dag verður Perlan í Tórsgøtu í Havn karmur um háðtíðarhaldið hjá Barnabata, í samband við at Barnabati í ár hevur 30 ár á baki.

Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 18, og tað fer at henda eitt sindur av hvørjum fyri øll.

Talan er um sera fjølbroytta og lætta skrá, hóast eisini verður komið inn á álvarsligar trupulleikar hjá børnum og ungum í Føroyum gjøgnum árini og fram til í dag.

Barnabati hevur hesi árini skipað fyri nógvum átøkum og tiltøkum, og hesum fer Peturbjørg Jensen, forkvinna, at greiða frá. Sjálv hevur hon verið við frá byrjan.

Rasmus Rasmussen, ið var ein teirra, ið skapaði Barnabata - jólakalendarar til øll børn í Føroyum fyri nógvum árum síðan, fer at greiða frá, hvussu hansara hugskot bleiv veruleiki.

Karin Kjølbro, ið tók stig til at stovna Barnabata, fer at flyta fram røðu.

Alice Simonsen, samskipari, fer at greiða frá virkseminum hjá Barnabata í dag og hvussu framtíðin sær út fyri felagsskapin. Hon fer eisini at greiða frá ungdómsportalinum www.eg.fo og Tú & Eg ráðgevingini, eins og hugt verður eftir hagtølunum fyri 2008 og 2009.

Ungu starvsfólkini í www.eg.fo hava verið virkin fram til hátíðarhaldið, m.a. við at fara út á gøtuna við upptøkutólinum og spurt fólk í ymiskum aldri, um Barnabata og www.eg.fo. Hesar upptøkur verða eisini vístar mikudagin..

Brøv frá teimum ungu, ið hava vent sær til Tú & Eg ráðgevingina, verða lisin upp á sjálvum tiltakinum. Øll brøv, ið verða send Tú & Eg ráðgevingini eru dulnevnd og verða tí svarað og løgd á heimasíðuna, so at tað eisini kann hjálpa øðrum, sum eru í líknandi støðu.

Framførslur av ymiskum slag koma at seta sín dám á hátíðarhaldið. Tað eru børn og ung, ið fara at hava framførslur við tónleiki, sangi og dansi. Talan er um tónleikabólkin Onion Tree, ungu songkvinnuna Karin J. Haraldson og dansibólkin Biit.

- Til tiltakið verður eisini okkurt leskiligt til matna. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, ið er ókeypis, heilsa tey úr Barnabata.