30 spælarar úttiknir til landsliðið

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava tikið ein breiðan hóp út til venjingarnar hjá A-landsliðnum við monnum

A-landsliðið hjá monnum venur saman hesa vikuna í Føroyum. Eisini hevur U18-landsliðið tveir venjingardystir í Høllini á Hálsi.

A-landsliðið fyrireikar seg til komandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum í døgunum 14. – 16. januar. Mótsstøðuliðini vera Lettland, Italia og Luksemborg. Hetta er seinasta samlingin áðrenn liðið møtist aftur í januar og verður nógv lagt fyri. Vikan endar við einum innanhýsis venjingardysti leygardagin 6. nov kl. 15.30 í Høllini á Hálsi, har tvey lið samansett av landsliðsleikarum fara at dystast.

U18-landsliðið venur eisini saman hesa vikuna, har teir fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august 2022. Liðið skal spæla tveir venjingardystir móti U18-landsliðnum hjá Noreg ávikavist hós- og leygardagin í Høllini á Hálsi.

A-landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava tikið ein breiðan hóp út til venjingarnar hjá A-landsliðnum við monnum. Teir eru:

Málverjar:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri

Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Pauli Jacobsen, H71

Eli Gærdum, StÍF

Vengur:

Sjúrður Olsen, TM Tønder

Leivur Mortensen, Odder

Rói Berg Hansen, HØJ

Janus Dam Djurhuus, H71

Hákun West av Teigum, Skanderborg Århus

Pætur Thomsen, H71

Allan Norðberg, KA Akureyri

Nicklas Selvig, KÍF

Bogi Hansen, H71

Bakkar:

Filip Jojic, VÍF

Peter Krogh, H71

Brandur Halgirson, Ajax København

Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger

Dánjal Ragnarsson, ÍBV

Pauli Mittún, H71

Julian Kragesteen, ATSV Habenhausen

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Vilhelm Poulsen, Fram

Áki Egilsnes, EHV Aue

Kjartan Johansen, Önnereds

Strikur:

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger

Rókur Akralíð, HC Odense

Pætur Mikkjalsson, KA Akureyri

Teis Horn Rasmussen, TM Tønder

Rógvi Dal Christiansen, Fram