B36 hevur eina greiða favorittstøðu móti 07 Vestur

Her eru oddsini upp á dystin B36-07 Vestur

Savnsmynd frá 2024

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsti dysturin leiktur í 15. umfarinum í Betrideildini hjá monnum. Á ovara vølli í Gundadali í Havn tekur B36 móti 07 Vestur.

 

B36 er nummar fimm í deildini við 21 stigum. 07 Vestur er nummar átta við sjey stigum.

 

7. apríl og 26. apríl møttust liðini á Dungasandi í Sørvági. Fyrru ferð í landskappingini, og seinnu ferð í kappingini um løgmanssteypið. Báðu ferðirnar var talan um 3-1 sigrar til B36.

 

B36 hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,40 og 1,55.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,10 og 4,65.

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum 4,60 og 5,93.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024