30 tons á uppboðssøluni

Fiskamarknaðurin seldi í dag 30 tons, harav meginparturturin var toskur, hýsa og kongafiskur. Av toski vóru góð sjey tons. Toskur III fór fyri 17,76 krónur í meðal og toskur IV fyri 17,39 krónur.

Knappliga seks tons vóru av hýsu, men prísurin var lágur. Hýsa II fór fyri 11,00 krónur í meðal og hýsa III fyri 10,41 krónur.

Av kongafiski vóru umleið sjey tons, sum fóru fyri 12,81 krónur í meðal fyri kilo. Nakað var av flatfiski, harav hálvttriðja tons av tungu, sum fór fyri 17,10 krónur fyri kilo.

Tey 30 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, vórðu seld fyri 480.000 krónur.