Nú stundar til býráðsval. Myndirnar av háttvirdum býráðspolitikarum gerast fleiri og feiri í miðlunum, og nakað er kanska at reypa um hjá teimum, ið hava sitið við valdið. Vit fingu Tórsbreyt fyri stuttum. Tað er eitt veldugt framstig fyri ítróttina í Havnini. Sement fór eisini í formarnar, sum gjørdust til ein spegilsvendan dansisal, og Tórshavnar býráð hevur yvirtikið høllina, sum leingi hevur verið um at kvalt badmintonítróttina í býnum. Stutt sagt, so eru hend frambrot á ítróttarøkinum í Tórshavnar kommunu. Men sjálvandi, Rom varð ikki bygdur eftir einum degi, og treyðugt so, tað restar nógv í, áðrenn øll ítróttafeløgini í býnum hava sømilig kor at virka undir.
Eitt av ítróttafeløgunum, ið alsamt gerst ein virknari og sjónligari partur av ítróttinum í Havnini, er Róðrarfelagið Knørrur. Við Lágu kai á Skálatrøð hevur hetta róðrarfelag seinastu 24 árini spakuliga vaksið seg størri og størri og hevur nú allar bátastøddir. Fimmmannaførini Jallin og Tambar, seksmannafarið Jarnbard, áttamannafarið Knørr og tíggjumannafarið Ormin Langa, ið saman við bátunum hjá hinum róðrarfeløgunum í býnum hava stóran týdning fyri tjóðarítróttina í Føroyum. Uttan Jarnbard og Gongurólv høvdu seksmannafør við kvinnum verið deyð í 2008. Og Ormurin Langi og Havnarbáturin syrgdu einsamallir fyri einum av mest spennandi FM-kappingum nakrantíð hjá tíggjumannaførum. Hesum kunnu havnarborgarar vera sera stoltir av, men fá geva sær far um, hvussu ymiskar umstøður hesi bæði feløgini í Havn virka undir.
Havnar róðrarfelag hevur síðan fyrst í 70´unum havt avbera góðar umstøður. Bátarnir standa turt og væl. Ungdómurin, sum íðkar í Havnar róðrarfelag, kann fáa sær eitt brúsubað eftir lokna venjing, og felagshøli eru til annað virksemi so sum inniróður, veitslur, nevndarfundir og annað. Hattin av fyri Havnar róðrarfelag. Tey hava verið ófør yviri í Álakeri. Í Róðrarfelagnum Knørri hava vit framvegis bara tað gamla, lítla, váta neystið við Lágu kai á Skálatrøð. Hví hetta framvegis er so, skjótt 25 ár eftir at Róðrarfelagið Knørrur varð stovnað, fari eg ikki at gera meg klókan uppá her. Men eitt er vist, vit hava ongan góðan í Tórshavnar býráð. Tað vísir seg altíð so, at um ein ella fleiri limir í Býráðnum veruliga vilja arbeiða fyri eini sak, so lukkast tað eisini at fáa sakina á skinnarar. Vit hava ongan sovorðnan í Tórshavnar býráð. Okkara støðugu áheitanir á býráðslimir um í øllum førum bara at viðgera okkara støðu og at seta okkum okkurt í útlit, hava higartil verið púra úrslitaleysar.
Nú hevur so Petur í Gong á tjóðveldislistanum týðiliga givið til kennar at hann er sinnaður at arbeiða fyri einari loysn neystatrupulleikanum hjá Róðrarfelagnum knørri. Petur er ein skilagóður maður, og tað er skilagott at stuðla ítróttini í býnum av fleiri orsøkum. Petur er eisini skilagóður, tí tað eru í minsta lagi 300 atkvøður at heinta í Róðrarfelagnum knørri. Felagið er vorðið stórt seinastu árini, og tað eru nógv fólk, ið eru góð við Róðrarfelagið Knørr. Tey eru øll forsyndað inná støðuna, sum felagið er í, og tey fara at atkvøða fyri einum valevni við trúðvirði sum vil fara inn í býrráðið at arbeiða fyri einari loysn á neystatrupulleikunum hjá Róðrarfelagnum Knørri.