300 fólk á bíðilista

Klaksvík: Hóast fíggjarliga trongar tíðir, vilja fólk fegin búseta seg í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara. Fleiri nýggj hús síggjast nú í Klaksvík.

Eitt av teimum støðunum, har fleiri øki enn eru tøk, er á nýggja økinum tey nevna Millum Hjalla.

Her eru íalt 47 grundøki tøk, og av teimum eru sjey teirra seld.

- Men vit hava eisini onnur øki, har sethús kunnu verða bygd, upplýsir Gunvá við Keldu. Á økinum Millum Hjalla eru higartil bert bygd sethús á trimum økjum.

Hesi stykkini eru um 500 fermetrrar til støddar og meiri, og liggur prísurin beint niðanfyri 190.000 krónur.

- Tað var tann tíð, tá ið kommunan ikki kundi bjóða borgarum og tilflytarum grundøki til bústaðir, men hetta er broytt í dag, staðfestir borgarstjórin.

Við hesum hevur kommunan tey seinastu árini gjørt íløgur í framtíðina, sum ein nú kann gera nyttu av.

- Í løtuni standa eini 300 fólk á einum lista til tess at fáa grundøki í Klaksvík. Men trupulleikin er, at tað tykist vera trupult hjá fólki at fáa fígging til at byggja, sigur Gunvá við Keldu. 



BYGGING

Í dag búgva beint omanfyri 4600 fólk í Klaksvík. Óhugsandi er ikki, at talið fer at vaksa enn meiri, tá fer kemur á byggingina Millum Hjalla (sí frámerki)