300 fólk í sving á Summarfestivalinum

Málið er ein burðardyggur festivalur, og tí fáa øll, sum arbeiða á Summarfestivalinum løn so ella so, sigur Steintór Rasmussen, fyriskipari Tað verður smíðað, skrúvað, borað og sett saman av allari makt í Klaksvík í hesum døgum.

 

Pallar og tjøld fáa alsamt meiri skap so hvørt tímarnir líða, og Steintór Rasmussen ivast onga løtu í, at alt er »klappað og klárt«, tá festivalurin verður skotin í gongd hósdagin.

 

Eg eri kanska ikki hin rætti at spyrja um tað praktiska, men tað liggur í góðum hondum. Teir, sum taka sær av tí praktiska hava eftir hondini drúgvar royndir, og í mun til í fjør, tá nærum alt tað praktiska við pallum og tjøldum mátti gerast í oljuklæðum, er veðrið í ár slett ikki so galið, sigur Steintór Rasmussen.

 

Hóast teir nú hava fimm ára royndir, so læra teir okkurt nýtt á hvørjum ári. Nógv verður gjørt øðrvísi, og serliga høvuðspallurin er lættari at fáast við í ár, í mun til í fjør.

 

Nú upp undir festivalin metir Steintór Rasmussen, at eini 100 fólk eru í holt við at seta pallar og tjøld upp, og á sjálvum festivalinum verða eini 200 í sving sum vaktir, eftirlitisfólk, standa í sølubúðum og líknandi.

 

So Summarfestivalurin krevur sítt, bæði so og so.