$300 fyri hvørja tonn

Tenninar á avgustum kunnu seljast fyri fleiri túsund krónur á svarta marknaðinum

 

 

Tað vóru tjóvar á nátt, sum høvdu sagað undirkjaftin av fyrra avgustinum, sum læt lív í Sundalagnum. Lítil ivi man vera um, at hetta vað gjørt, so tjóvarnir kundu fáa fatur á tonnunum, og tær eru ikki einki verdar.

 

Tað er ikki loyvt at handla við tonnum av avgustum, sum er friðað djóraslag, men kortini finst ein marknaður fyri tonnunum, har hesar verða keyptar at brúka sum prýðislutur.

 

Hjá einum fullvaksnum hvali kann hvør tonn viga eitt kilo, og tó at talan var um ikki heilt vaksnar hvalir, sum doyðu í Sundalagnum, so kunnu tenninir helst seljast fyri einar $300 á svarta marknaðinum, um tey tøl, ið finnast á alnetinum, eru álítandi.

 

Talan kann soleiðis var um søluvirði á einar 70.000 krónur hjá tí ella teimum, sum hava stolið undirkjaftin á deyða avgustinum.