300 krónur fyri uppreidda koyggju umborð á Smyrli

Kømrini umborð á Smyrli eru bæði flott og vælútgjørd, men nú hava tey veri noyddat taka dýnu og seingjarklæði frá teimum, sum bara skulu brúka tey á sjálvum túrinum

Tað er ikki yvir at dylja, at Smyril er tað bera marglæti, afturímóti tí, sum var. Eisini kømrini eru sum á hotelli.
Higartil hevur tað kostað 300 krónur at fáa eina koyggju eina nátt at sova umborð og 100 krónur fyri eina koyggju, so at ein kann leggja seg á sjálvum túrinum.
Men nú er Strandfeðslan farin at tátta í, so nú fáa tey, sum fáa sær koyggju á sjálvum túrinum, hvørki dýnu ella seingjarklæði. Tann, sum vil hava dýnu og seingjarklæði á túrinum, skal framvegis betala 300 krónur fyri koyggjuna, hóast tað bara er í tveir tímar.
Hetta hevur elvt til ónøgd hjá ferðafólki.
Men Strandferðslan sigur, at tað ber ikk til at gera tað øðrvísi.
- Kømrini eru góð við egnum baðiverilsi og hvørja ferð, eitt kamar er brúkt, skal tað vaskast og seingjarklæði skiftast, so at tað er klárt til næsta gest, sigur Heini á Borg á Strandferðsluni.
Hann sigur eisini, at tað er ikki óvanligt, at fólk betala fyri eina koyggju men tá ið tað so skal gerast reint, eru báðar koyggjurnar brúktar.
Hann sigur, at við tí manning, sum er í dag, er rætt og slætt ikki stundir til tað, tí skipið er víðførtat fara um og manningin hevur eisini aðrar uppgávur.
- Tí ber tað ikki til at lata ferðafólki uppreidda koyggju fyri 100 krónur á sjálvum túrinum, tí tað stendst ov nógv arbeiði av tí, sigur Heini á Borg.
Tí fáa fólk tað, sum kann kallast kusjettir, tvs, at tey fáa madrassu og teppi at liggja undir.
Hann sigur eisini, at tað er ikki óvanligt, at fólk betala fyri eina koyggju men tá ið tað so skal gerast reint, eru báðar koyggjurnar brúktar.
Tí er mannagongdin nú, at eitt kamar skal fyllast, áðrenn eitt annað kamar verður tikið í brúk, sigur Heini á Borg.