31 ára gamal miðverji úr Serbia fer at spæla við NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir við nýggjan miðverja, sum hevur roynt seg í bestu deildunum í Montenegro, Lettlandi, Lybia og Indonesia

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska leikaran Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuleikaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

 

Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti, har hann hevur leikt við fleiri feløgum í bestu serbisku deildini. Harumframt hevur hann seinastu árini leikt í bestu deildunum í Montenegro, Lettlandi, Lybia og Indonesia.

 

192 cm høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og er dugnaligur at lesa spælið.

 

Vit í NSÍ ynskja Nikola hjartaliga vælkomnan í felagið, og vit gleða okkum at síggja nýggja leikaran í eyðkendu gulu blusuni við Løkin! Nikola verður ynskt alt tað besta í komandi kappingarári.