Higartil er lítið komið burturúr hjá trolarunum, sum kundu byrja fiskiskap eftir kongafiski í Irmingerhavinum fyri einari góðari viku síðani. Onkur íslendskur trolari er givin, og onkur annar vendi, tá tíðindini bórust um tað vánaliga fiskaríið.
Ran, sum er annar av føroysku trolarunum har vesturi, hevur ligið millum fýra og seks tons av skráskornum, avhøvdaðum kongafiski í meðal um dagin.
Teir russisku trolararnir byrjaðu einar 14 dagar áðrenn hinir trolararnir, og sum skilst høvdu teir hampiligan fiskiskap ta tíðina.
Íslendska vaktartænastan heldur eygað við trolarunum í Irmingarhavinum. Tá eitt flogfar hjá tænastuni var á eftirlitsferð hósdagin, vóru 27 trolarar í altjóða sjógvi og fýra íslendskir í íslendskum sjógvi. Teir 27 trolararnir í altjóða sjógvi vóru 15 russiskir, fýra norskir, tríggir spanskir, tveir litavskir, ein týskur og teir báðir føroysku Ran og Akraberg.