314 nýggir smittutilburðir í Noregi

Sum heild eru smittutølini minkandi, men í 35 kommunum eru tey kortini veksandi í løtuni.

 

 

Nú farið er um midnáttina í Noregi, er greitt, at talið av nýggjum covid-19 smittutilburðum í landinum seinasta samdøgnið er 314. Tað er 41 tilburðir færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar, sum er 355.

 

Sunnudagin vórðu staðfestir 247 nýggir tilburðir, og leygardagin var talið 201. Vanliga vera færri tilburðir staðfestir um vikuskiftini enn í vikuni annars, tí talið av kanningum er minni um vikuskifti.

 

Størsta tal av smittutilburðum, sum er staðfest í Noregi í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp, er 1150, og hetta var týsdagin hin 16. mars í ár.

 

Sambært almennum norskum hagtølum eru smittutølini í Noreg sum heild minkandi, men í tilsamans 35 kommunum eru tølini kortini veksandi. Tilsamans eru 119.814 covid-19 tilburðir staðfestir í Noregi.