Í gjár skipaði skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík fyri einari jólasølu og jólakaffé, ið hevði til endamáls at savna pening inn til ‘í menniskjum góður tokki’, og tá ið dagurin var av høvdu tey savna 31.803,50 kr til felagskapin.
Hetta er annað árið at skúlin skipar fyri hesi innsavning. Í fjør savnaði skúlin 22.000 kr inn á jólasøluni, so í ár gekk tað upp aftur betur. Umframt skúlan við Løgmannabreyt, var frítíðarkúlin við í ár, og tað var Louisa Johnsdóttir, lærari, sum samskipaði jólasøluna.
Louisa sigur at hon er sera takksom fyri at Høgni Joensen, skúlastjóri, beinanvegin ynskti at stuðla upp undir jólasøluna, og hon sigur seg vera ótrúliga stolta av øllum næmingunum, ið luttøku við heilum hjarta.
- Næmingarnar vóru sera hjálpsamir í fjør, og enn raskari í ár, sum var ótrúliga stuttligt at síggja, sigur Louisa, og leggur afturat at tað eru næmingarnar ið sjálvir hava gjørt allar lutirnar til jólasøluna.
Undan jólasøluni leggja lærarnar stóran dent á at greiða næmingunum frá endamálinum við tiltakinum, og at tað ikki bert er í útlondunum, at børn hava tað trupult, og hava brúk fyri einari hjálpandi hond. Børnini hava nógvar spurningar, og eru sera áhugaði, bæði í at læra meir um hetta, og til at hjálpa við jólasølu-kafféini.
Fram til jólasøluna eru tað næmingarnar, ið bæði klippa, baka, perla, gera hálsprýðið og mangt mangt annað.
Á sjálvum degnum eru tað næmingarnar í 8 og 9 flokki, ið gera vaflur, og muffins til jólakafféina, og í ár gekk hetta serstakliga væl. Næmingarnar bakaðu frá tíðlja á morgni, og tá ið alt var uppi, aðrenn tiltakið var av, fóru tey beinanvegin undir at gera meira.
Umframt hetta tóku næmingarnar eisini jóla- og familiumyndir av gestunum, og hetta, umframt alt annað, gekk fyrimyndarliga gott.
Samskipararnar aftanfyri degnum ynskja at takka øllum, ið vóru við á ein ella annað hátt, og tey eru sera fegin um at kunna lata tann innsavnaða peningin óskerdan til Í menniskjum góður tokki.