Í annaðkvøld klokkan 19 spæla KÍ og Bodø/Glimt seinna dystin í Champions League undankappingini við Djúpumýru í Klaksvík. Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0.
32 ára gamli Horatiu Fesnic úr Rumenia verður høvuðsdómari til dystin.
Hann hevur dømt altjóða dystir síðani 2017, so tað er ein nøkulunda royndur høvuðsdómari talan er um.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.45.