32.000 atgongumerki seld eftir seks tímum

Fótbóltur: Einki í donskum fótbólti kann samanlíknast við stórdystirnar millum FCK og Brøndby

Tað er langt frá teimum gott 1000 áskoðarunum, sum Todi Jónsson fyri einum ári siðani plagdi at undirhalda á Lyngby Stadion, og til tey 40.000 sum Kristi Himmalferðardag sessast í Ítróttarparkini í Keypmannahavn, har steypafinalan millum FCK og Brøndby verður spæld.

Og saman við túsundatals føroyingum fara eisini hundraðtúsundtals danir at fylgja størsta dystinum í donskum fótbólti í ár í sjónvarpinum.

Ein dystur uttan sín líka, og tað er ikki fremmant, tí tá tey bæði stóru fótbóltsfeløgini í Keypmannahavn, FCK og Brøndby, tørna saman, kann einki annað í donskum fótbólti standa mát.

Dysturin millum erkafíggindarnar eru av heilt serligum slagi, og teir lokka eisini áskoðarar, sum bert landsdystir í Danmark annars klára.

Og tað var eisini veruligt rok, tá atgongumerkini til steypafinaluna vórðu sett til sølu týsdagin. Eftir seks tímum vóru 32.000 av teimum gott 40.000 atgongumerkjunum seld. Og í tí førinum klárar sjálvt ikki landsdysturin millum Danmark og Kameroun, sum skal verða grundlógardagin, 5. juni, at fylgja við. Eftir eina drúgva forsølu eru tað í løtuni seld 28.000 atgongumerki til tann dystin!


Stendur nógv

uppá spæl

Avrikini hjá FC Keypmannahavn í landskappingini í ár hava verið misjøvn.

Teir løgdu harðliga fyri, tá kappingin byrjaði seinasta heyst, men áðrenn vetrarsteðgin høvdu teir mist tryggu leiðsluna til Brøndby.

Eftir vetrarsteðgin hava úrslitini verið hálvvánalig, og dreymurin um gull í landskappingin er rokin. Í tí kappingini eru teir í Brøndby ov sterkir.

Men møguleikin fyri gull í steypakappingini er framvegis til staðar, og at mótstøðuliðið verður júst Brøndby ger, at tað stendur nógv uppá spæl ? meiri enn um mótstøðuliðið hevði verið Silkeborg, sum Brøndby vann á í semifinaluni.

FCK vann steypakappingina í fjør eftir finalusigur uppá 2-0 á Ikast. Hesaferð gjørdi FCK av við Ikast í semifinaluni, og í báðum dystunum var Todi Jónsson millum málskjúttarnar.


Tvær ferðir

í fýra dagar

FCK og Brøndby hava ein landskappingardyst eftir at spæla í ár, og hann skal spælast í Ítróttarparkini longu tríggjar dagar eftir steypafinaluna.

Sunnudagin 24. mai klokkan 15.00 standa feløgini aftur yvir fyri hvørjum øðrum, og til tann dystin eru eisini fleiri enn 30.000 atgongumerki seld. Leiðslan í FCK væntar, at tað eisini verður útselt til hendan dyst, og so eru danir í eini støðu, sum teir als ikki eru vanir við. At 80.000 fólk eru til tveir dystir millum donsk feløg innan tríggjar dagar.

Leiðslurnar í FCK, Brøndby og DBU hava í felag avgjørt, at prísirnir fyri atgongumerkini til hesar dystirnar ikki skulu seljast fyri hægri prís, enn tey vórðu seld fyri í fjør, hóast tað kundi verið freistandi at sett prísin nakað upp, nú eftirspurningurin er so stórur.

? Sum støðan er nú við FCK og Brøndby í oddinum av superliguni, og at ein dystur millum hesi feløgini altíð savnar nógv fólk, kundu vit havt sett prísin á atgongumerkjum upp, men tað hava hvørki FCK, DBU ella vit ynskt, sigur Emil Bakkendorf, skrivari í Brøndby.

? Og við teimum prísvinarligu atgongumerkjunum rokna vit við, at tað eisini verður útselt til dystin í superliguni tríggjar dagar eftir steypafinaluna.


Stjórin í øðini

Tá Claus Bo Larsen úr Odense, sum DBU hevur sett at døma steypafinaluna, bríkslar dystin í gongd hósdagin klokkan 15.00 danska tíð, er tað triðju ferð í ár at FCK og Brøndby hittast.

Fyrstu ferð var í heyst, tá FCK vann 4-1 í Parkini, og Todi Jónsson gjørdi sítt helst besta mál í donskum fótbólti, tá hann lobbaði bóltin upp um Mogens Krogh og í málhornið. Aðru ferð var fyrr í vár, tá Brøndby vann 2-0 á Brøndby Stadion og tók avgerandi stig fram móti gullmerkjunum í landskappingini.

Fyri FCK hevur steypafinalan alt at siga, skal kappingarárið í ár ikki miseydnast. Teir hava lagt nógv fyri við keyp av spælarum og við annars at skipa umstøðurnar í felagnum so einki er at seta fingurin á, og stjórin í felagnum, Flemming Østergaard, sum hevur stórar ambitiónir við felagnum, var í øðini, tá FCK tapti móti Lyngby seinasta vikuskiftið.

Við donsku pressuna segði hann, at tað avrikið hjá FCK var ein skomm, og at hann fyri fyrstu ferð rættiliga var í øðini inn á spælararnar. Trýstið, sum tað kann leggja á teir ellivu, sum byrja á vøllinum næsta hósdag, er viðvirkandi til, at FCK bara skal vinna.

Einki annað verður góðtikið í felagnum, sum ikki vil standa í skugganum av teimum gulu úr Brøndby.