33 føroysk mál í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Liðið hjá Paula Mittún vann á liðnum hjá Leivi Mortensen, og Jónasi og Janusi Djurhuus

Fýra føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í kvøld, har føroysku leikararnir skutu samanlagt 33 mál.

 

Ein føroyingauppgerð var á Frederiksberg. 

 

Liðið hjá Leivi Mortensen, Jónasi og Janusi Djurhuus, FIF tók móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne. 

 

Tað eydnaðist suðuroyggjamonnum at vinna dystin 31-29. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 14-11.

 

Pauli gjørdist saman við Daniel Astrup toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne við átta málum. Tað hevur ligið væl fyri hjá Paula at skjóta nógv mál seinastu dystirnar.

 

Leivur gjørdist toppskjútti hjá FIF við sjey málum, meðan brøðurnir, Jónas og Janus Djurhuus skutu trý mál hvør fyri FIF.

 

Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Aarhus HC taptu á útivølli 25-29 fyri Skive. Tað lá betri fyri hjá Aarhus í fyrra hálvleikinum. Í steðginum var Aarhus á odda 12-11.

 

Teis gjørdist toppskjútti hjá Aarhus við seks málum, meðan Peter Krogh skoraði tvey mál fyri Aarhus.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge taptu á útivølli 28-31. Í fyrra hálvleiki gekk betur í hond hjá Køge, ið var á odda 16-14 í steðginum.

 

Julian skoraði fýra mál fyri Køge.

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.Lið:DystirStig
1HC Midtjylland  2133
2HØJ 2030
3Grindsted1930
4Skive 2129
5Tønder  2127
6Team Sydhavsøerne1927
7Aarhus HC  1925
8FIF2116
9Rækker Mølle 2015
10HC Odense 2013
11Odder2113
12Skovbakken2110
13Vendsyssel198
14Køge 206