340 undirskriftir: Hetta málið má og skal loysast

- Vit hava skrivað til báðar skúlarnar, har tey á Sankta Frans Skúla hava verið positiv fyri einari loysn, meðan tað hevur verið eitt sindur truplari við Skúlanum á Fløtum, sigur Heðin Mortensen.

 

- Í ringasta føri kann ein eyka skúlastova setast upp á Fløtum, sigur Heðin Mortensen. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tá Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen tíðliga seinnapartin í dag høvdu handað borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, tær 340 undirskriftirnar sum mótmæli ímóti broyttu leiðreglunum fyri innskriving av børnum í skúlarnar í kommununi, takkaði borgarstjórin fyri, at tey vísa hesum máli áhuga.

 

Broyttu leiðreglurnar hava við sær, at 22 forskúlabørn verða flutt úr skúlanum, har tey ganga og í annan skúla, tá fyrsti flokkur byrjar eftir summarfrítíðina.

 

Heðin Mortensen vísti á, at málið um leiðreglurnar varð tikið av skrá á seinasta býráðsfundi, tí ein nýggj tilráðing skuldi gerast. Síðan hevur verið roynt at finna eina loysn, soleiðis at børn sleppa at ganga í skúla og í forskúla, har tey ynskja. 

 

Borgarstjórin segði seg vóna, at allar góðar kreftir vilja samstarva um at finna eina virðiliga loysn, sum kann leggjast fyri býráðið á næsta býráðsfundi, sum verður hin 24. februar. 

- Vit hava skrivað til báðar skúlarnar, har tey á Sankta Frans Skúla hava verið positiv fyri einari loysn, meðan tað hevur verið eitt sindur truplari við Skúlanum á Fløtum. 

 

Heðin Mortensen segði seg vilja gera alt fyri at loysa málið, sum hevur tikið seg upp, og í ringasta føri helt hann, at ein eyka skúlastova kundi setast upp á Fløtum - um neyðugt.  

- Hetta málið má og skal loysast, segði borgarstjórin, tá hann hevði fingið tær 340 undirskriftirnar, sum Súsanna Dal Jákupsdóttir og Torkil Olsen bóru Tórshavnar kommunu í dag.

 

- Í ringasta føri kann ein eyka skúlastova setast upp á Fløtum, sigur Heðin Mortensen. Mynd: Álvur Haraldsen.