Eydna Skaale
[email protected]
Fyrsta lógin, sum ásetti eftirlønir til løgmann og landsstýrismenn, er frá 14. mai 1948. Hetta árið kom heimastýrið í gildi, og tað hevði við sær, at løgmaður bleiv ovasti politiski- og fyrisitingarligi leiðarin í Føroyum. Tá vóru eisini lønir til politikarar ásettar, og síðani eru javnan gjørdar broytingar í lønar- og pensjónsviðurskiftunum hjá landsstýris- og løgmonnum.
Í dag er eftirlønin skipað eftir løgtingslóg frá 1993, men við broytingum frá 2006.
Hóast broytingarnar vóru gjørdar í 2006, høvdu tær afturvirkandi megi, og tað merkir, at allir løgmenn og øll landsstýrisfólk, sum hava sitið síðani 15. mai 1998, koma undir hesa skipanina. Tað er Jóannes Eidesgaard, løgmaður úr Javnaðarflokkinum, sum skrivaði undir núverandi skipan.
Hvussu verður tað roknað?
* Øll landssýrisfólk, sum hava sitið eitt ár tilsamans, hava rætt til eftirløn. Tað merkir, at sita tey fýra mánaðir eitt skeið og átta mánaðir eitt annað skeið, eiga tey rætt eftirløn. Doyr løgmaður ella landsstýrisfólk, sum hevur sitið minst eitt ár, eigur eftirsitandi hjúnarfelagin rætt til 74% av eftirlønini.
* Fyrsta til fjórða árið, tey sita sum landsstýrisfólk, veksur eftirlønargjaldið við 9% av lønini hvørt ár. Fimta til áttanda árið, tey sita sum landsstýrisfólk, veksur eftirlønargjaldið við 6% av lønini hvørt ár.
* Sita landsstýrisfólk og løgmenn átta ár tilsamans, hava tey rætt til 60% av lønini í eftirløn. Løgmenn og landsstýrisfólk fáa sostatt fulla eftirløn eftir bert átta árum, og tað verður útgoldið, tá tey eru fylt 67 ár. Til samanberingar kann nevnast, at ein vanligur starvsmaður skal arbeiða 37 ár fyri at fáa fulla eftirløn.
* Reglan sigur, at eftirløn verður latin, tá løgmenn og landsstýrifólk eru fylt 67 ár. Tað eru tó nøkur undantøk til hesa regluna.
1: Fyrsta undantakið er soljóðandi: Um aldurin á landsstýrismanninum, umframt tvær ferðir starvsaldurin á tingi og í landsstýrinum geva 95 tilsamans, ber til at fáa fulla pensjón frá 60 ára aldri.
Sum dømi um hetta kunnu vit nevna Jóannes Eidesgaard. Hann varð valdur á ting í 1990 og sat á løgtingi og í landsstýri til 2011. Tað eru 21 ár. Falda vit tað við 2, gevur tað 42. Jóannes Eidesgaard er føddur í 1951 og var sostatt 60 ár, tá hann gavst í politikki. 60 ár + 42 ár í starvsaldri er 102, sum er yvir 95.
Tískil hevði Jóannes Eidesgaard rætt til fulla pensjón, tá hann fylti 60 og vann sær sostatt 7 ár eyka við fullari pensjón.
Annfinn Kallsberg er eitt annað dømi. Hann varð valdur í 1980 og gavst í 2011. Tað gevur 31. Falda vit 31 við 2 gevur tað 62. Annfinn Kallsberg var 64 ár, tá hann gavst í politikki. 62 + 64 gevur 126, sum er meiri enn 95, og sostatt hevur hann eisini havt rætt til fulla pensjón frá fyrsta degi, í staðin fyri at bíða til hann fylti 67.
2: Næsta undantakið er soljóðandi: Løgmaður kann veita fráfarnum løgmanni ella landsstýrismanni, sum er fyltur 60, eftirløn, um heilsulig, fíggjarlig ella sosial viðurskifti tala fyri tí.
Í breiðastu merking kann tað hava við sær, at um ein fráfarin landsstýrismaður er fíggjarliga sperdur, eftir at hann er fyltur 60, kann løgmaður játta honum eyka eftirløn úr landskassanum, inntil hann fyllir 67 og sostatt eigur at fáa eftirløn útgoldna.
* Hóast landsstýrisfólk skulu hava sitið í eitt ár tilsamans fyri at fáa rætt eftirløn, er eingin slík tíðaráseting galdandi fyri løgmenn.
------
Løgmaður og landsstýrisfólk skulu vera í starvi í 8 ár fyri at fáa fulla eftirløn.
Tingfólk skulu vera í starvi í 16 ár fyri at fáa fulla eftirløn.
----------
Skjótt og lætt at forvinna fulla eftirløn
Eitt loft er sett á, hvussu nógva almenna eftirløn til ber at fáa, tí eingin kann fáa meiri enn fulla løgmanseftirløn, sum er 60% av løgmanslønini.
Løgmaður fær løn í 40. lønarflokki, sum gevur 58.527 kr um mánaðin - íroknað lønarhækkingina 1. oktober.
60% av tí er 35.112 kr. Hetta er sostatt hægsta almenna eftirlønarútgjaldið. Hevur tú havt fleiri størv, ið geva rætt til almenna eftirløn, verður eftirlønin mótroknað, soleiðis, at tú ongantíð fært meiri enn 35.112 kr um mánaðin.
Taka vit aftur Jóannes Eidesgaard sum dømi, hevur hann bæði verið tænastumannasettur lærari, løgtingsmaður, landsstýrismaður, løgmaður og fólkatingsmaður.
Her verður fyrst hugt at, hvussu nógv hann fær frá fólkatinginum. Síðani verður hugt at, hvussu nógva eftirløn hann eigur fyri tíðina, sum løgmaður. Hevur hann framvegis ikki nátt markinum á 35.112 kr, verður hugt at, hvussu nógv hann hevur rætt til í landsstýrismannaeftirløn. Er hann framvegis ikki farin upp um markið, verður hugt at, hvussu nógv hann hevur rætt til í tingamannaeftirløn. Seinast kemur starvsmannaeftirlønin upp í leikin. Hann hevur sostatt sera góðan møguleika at fáa fult eftirlønargjald.
Annfinn Kallsberg hevur eisini sitið sum fólkatingsmaður, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður, og hann hevur tí somuleiðis góðar møguleikar at fáa hægstu eftirlønina.
Sostatt er lætt at savna sær fulla pensjón, tí tú kanst leggja ymsu pensjónirnar saman, soleiðis, at tú fært hægsta gjaldið: 35.112 kr um mánaðin.
Vert er at leggja afturat, at privatar eftirlønir IKKI verða mótroknaðar. Hevur tú eina góða, privata eftirløn, kemur hon sostatt afturat almennu eftirlønini.
-------
Runda vit tølini, eru tað fýra núverandi politikarar, sum eiga rætt til fulla landsstýrismannaeftirløn.
- Jørgen Niclasen: 10 ár sum landsstýrismaður tilsamans
- Jacob Vestergaard 8 ár sum landsstýrismaðurin tilsamans
- Bjarni Djurholm: 8 ár sum landsstýrismaður tilsamans
- Karstin Hansen við 8 árum sum landsstýrismaður til dags dato
Harumframt hava teir allir verið tingmenn, og tann eftirlønin verður sostatt løgd afturat fullu landsstýrismannaeftirlønini, soleiðis, at teir fáa enn meiri - upp til hægstu eftirløn, sum er 35.112 kr um mánaðin.
Næst teimum eru
- Høgni Hoydal við 6 árum sum landsstýrismaður
- Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur sitið sum løgmaður í 5 ár til dags dato
- Johan Dahl, við tilsaman 5 árum sum landsstýrismaður til dags dato
Hesir hava tó allir sitið í tinginum eisini - og Høgni eisini á Fólkatingi -, og tað fer helst at tryggja teimum hægstu eftirløn, tá løgtings- og landstýrismannalønirnar verða lagdar saman.
Harumframt eru eisini fleiri onnur, sum hava sitið styttri tíð í landsstýrinum, umframt at hava sitið nógv ár í tinginum, og sum tískil hava møguleika at fáa høgstu pensjónina tilsamans.