35 ár síðan seinast

Tað var formaðurin í ungmannafelagnum Virkinum, sum gjørdist kattakongur hjá monnum á Sandi í dag.

Í dag hava børn, kvinnur og menn sligið tunnur á Sandi. Ein heilur hópur av børnum hugnaðu sær í ungmannafelagshúsinum Virkinum, og har gjørdust Sunneva, Ronja og Zacharias kattakongar.

 

Tunnurnar hjá kvinnum og monnum hingu uttan fyri ungmannafelagshúsið, og her gjørdist Beinta Simonsen annað árið á rað kattakongur hjá kvinnum, meðan Bjarki Henriksen, sum eisini er formaður í Virkinum, gjørdist kattakongur hjá monnum.

 

Stuttligasta grýlan í Virkinum í dag gjørdist Hildur Clementsen.

 

Tað er ikki bara sum at siga tað, at gerast kattakongur hjá kvinnum og monnum. Bjóðað verður til hús, og heima hjá Bjarka í dag savnaðust ikki færri enn 30 mans.

 

- Tað eru 35 ár, síðan eg gjørdist kattakongur seinast, segði Bjarki Henriksen, tá hann stóð mitt á gólvinum við steypinum, sum teir flestu, ið inni vóru, mundu leska sær av seinnapartin í dag.

 

Nú verður farið húsagongd á Sandi, og hetta er siður, sum hevur verið uppihildin í bygdini gjøgnum mong ár. Føstulávint er sannur veitsludagur á Sandi.