35 ára gomul kvinna álopin av hávi í Sydney

- Kvinnan hevur djúp sár, sum fara at krevja umfatandi kirurgiskt arbeiði, sigur Mike Corlis, sjúkraflutningsleiðari í New South Wales

Ein 35 ára gomul kvinna fekk álvarsligar løstir, tá hon í dag varð álopin av hávi á einari baðistrond í Sydney í Avstralia.

Reuters veit at siga, at hávaálopið hendi einar 30 metrar úr landi.

- Tað vóru fólk, ið vóru á leiðini, sum fingu fatur í kvinnuni og fingu hana til lands, sigur løgreglan í økinum.

Her fekk kvinnan lívbjargandi fyrstuhjálp og varð flutt á sjúkrahús. Sagt verður, at kvinnan hevði álvarsligar løstir á ørmum og beinum.

 

- Hon hevur djúp sár, sum fara at krevja umfatandi kirurgiskt arbeiði, segði Mike Corlis, sjúkraflutningsleiðari í New South Wales.

 

Reuters veit at siga, at Coogee Beach og aðrar strendur í Randwick-økinum í Sydney eru stongdar fyribils í eitt samdøgur eftir hávaálopið í dag.

 

Lesið eisini: Kavari dripin av hávi

 

https://www.in.fo/news-detail/kavari-dripin-av-havi