35 svimjarar til Danmarkar

Um vikuskiftið skulu føroysku svimjararnir royna seg saman við 700 øðrum norðurlendskum svimjarum í donsku stórkappingini Køge Open.

Fyrrapartin í gjár fóru 35 føroyskir svimjarar av landinum til Danmarkar at vera við í einari danskari stórkapping saman við øðrum norðurlendskum svimjarum.
Samanlagt eru umleið 700 svimjarar við í kappingini. Teir donsku koma úr 28 feløgum, og haraftrat eru svimjarar úr fýra svenskum feløgum og so føroysku landsliðssvimjararnir.
Kappingin, ið kallast Køge Open, er ikki svimjarunum ókend, tí hetta er triðja ferðin, at føroyskir svimjarar eru við har. Samstundis er ferðin skipað sum venjingarlega.
Sjálv kappingin verður í Køge frá fríggjadegnum til sunnudagin, og eru føroysku svimjararnir við í einum tíggju kappingum í part. Samanlagt eru ikki færri enn 3.100 startir í Køge Open.
Henda kappingin er fyri teir næstbestu svimjararnar í Danmark, tí teir bestu eru frammanundan við í DKM-kappingini, har eitt nú føroyski svimjarin Asbjørn Hansen hevur roynt seg. Malan Michelsen, sum eisini svimur niðri, verður tó við í hesi kappingini.
 
Venjingarlega fyrst
At hetta ikki er ein kapping á allarhægsta stigi, verður hildið at vera ein fyrimunur fyri føroysku svimjararnar, sum tá kunnu væntast at fáa javnari kapping og dystast móti svimjarum, sum eru nøkulunda á sama stigi.
Sjálv kappingin byrjar sum sagt ikki fyrr enn fríggjadagin, men føroyska ferðalagið fór avstað longu í gjár, tí fyrst verður farið á eina lítla venjingarlegu.
Vant verður í somu høllini, sum kappingin verður í, so svimjararnir samstundis kunnu venja seg við umstøðurnar og kenna hyljarnar. Eisini verður vant nakað í Herfølge, nærhendis Køge.
Teir 35 svimjararnir eru úr feløgunum Ægir, Fuglafjarðar Svimjifelag, Skeggjum, Flot, Havnar Svimjifelag og Tvøroyrar Svimjifelag. 25 av teimum eru frá landsliðnum og hinir tíggju frá ungdómslandsliðnum.
Fyri teir eldru svimjararnar er talan eisini um eina upphiting til Oyggjaleikirnar, sum verða á Guernsey í summar.Umframt teir 35 svimjararnar eru eisini seks leiðarar, tveir venjarar og nøkur foreldur við á ferðini.