Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetur Føroya var úti 1. juli 2013, vóru innkomnar tilsamans 378 umsóknir.
296 av umsóknunum eru til tær 8 bachelorútbúgvingarnar, 119 kvotu 2 umsóknir, meðan hinar 177 eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 350 til 10 bachelorútbúgvingarnar
Í ár varð eisini boðin út MA-lestur og her eru innkomnar samanlagt 82 umsóknir.
Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.
Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis :
10 Føroyskt bachelor
21 Orku- og umhvørvisverkfrøði
83 Lærara
50 Námsfrøði
71 Sjúkrarøktarfrøði
30 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
16 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
15 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
29 Master í løgfrøði
5 Master í føroyskum
48 Master í vegleiðing
Hetta veit Fróðskaparsetrið at siga í dag.