38 deyð av bumbum í India

Indisku myndugleikarnir ivast ikki í, at bumbuspreingingar í Suðurindia í gjár hava til endamáls at órógva friðarsamráðingarnar við Pakistan Innan fyri tíggju minuttir brustu tríggjar bumbur í suðurindiska býnum Hyderabad, og 38 fólk lótu lív. Onnur 70 vórðu særd. Ein av bumbunum brast í einum matvøruhandli.

Indiska løgreglan heldur, at tað vóru helst islamskir yvirgangsmenn, sum skipaðu fyri atsóknunum, og at endamálið er at steðga samráðingunum millum India og Pakistan um tann umstrídda landspartin Kashmir.

Hyderabad hevur leingi verið mistøð í bardaganum millum hinduar og muslimar í India. Fyri trimum mánaðum síðani doyðu 11 fólk, tá ein bumba brast uttan fyri eina mosku í býnum.