Tesla er aftur skumpað av topp-listanum í Danmark

Í juli vórðu tilsamans 13.811 nýggir persónbilar skrásettir í Danmark, harav 336 av teimum vóru Tesla-bilar.

Í juli er Tesla aftur skumpaður úr topp tíggju av yndis persónbilunum hjá dønum.

Her vóru tilsamans 13.811 nýggir persónbilar skrásettir í Danmark, harav 336 av teimum vóru Tesla-bilar.

Hetta vísir ein útrokning frá Mobilitet Danmark grundað á tøl frá Bilstatistik.dk.

Hetta setur amerikanska bilmerkið á 13. pláss millum mest yndis persónbilar hjá dønum, í mun til triðja plássið mánaðin fyri.

Sama mánað árið fyri vórðu 706 bilar frá Tesla skrásettir.

Í mai sníkti Model Y hjá Tesla seg aftur í topp tíggju, eftir at bilarnir hjá framleiðaranum vóru skumpaðir út í apríl.

Í juli hevði Tesla størstu eydnuna við sama modelli, Model Y, á danska marknaðinum. Her vóru 268 av modellinum skrásett í Danmark.

 

/Ritzau/