Madonna, Shakira og suðurkoreanski K-pop-bólkurin BTS fara at framføra á hálvleikssýningini til HM-endaspælið í fótbólti í summar.
Tað siga fyrireikararnir sambært tíðindastovuni AFP.
Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at tað verður hálvleikssýning til HM-endaspælið í fótbólti, skrivar AFP.
Ein hálvleikssýning er vanliga knýtt at Super Bowl – árligu steypafinaluni í NFL.
HM-endaspælið í fótbólti verður spælt 19. juli á MetLife leikvøllinum í New Jersey.
Chris Martin, forsangarin í Coldplay, fer at standa fyri tiltakinum, skrivar AFP.
Gianni Infantino, forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, boðaði í mars í fjør frá, at sýning skuldi vera millum fyrru og seinnu hálvu av HM-endaspælinum.
USA, Kanada og Meksiko eru vertir fyri HM-endaspælinum í ár. Fyri fyrstu ferð eru 48 lið við.
BTS hevur verið í steðgi síðani 2022, tí teir sjey limirnir í K-pop bólkinum skuldu røkja sína hertænastu í Suðurkorea. Teir høvdu eina comeback konsert í Seoul í mars, sum varð beinleiðis stroymd á Netflix.
Áðrenn BTS-limirnir »fóru í kongsins klæði«, varð mett, at bólkurin skapti búskaparligt virksemi í Suðurkorea fyri nógvar milliardir krónur - og við munandi ávirkan á BTÚ í Suðurkorea.
Kolumbiska poppstjørnan Shakira savnaði fyri stuttum nærum tvær milliónir fólk til eina ókeypis konsert á Copacabana-strondini í brasilska býnum Rio de Janeiro.
Shakira hevur selt meira enn 90 milliónir fløgur um allan heimin.
67 ára gamla poppstjørnan Madonna gevur sína fyrstu fløgu út í sjey ár í summar.
Madonna brast veruliga ígjøgnum í 1984 við fløguni "Like a Virgin".
Gjøgnum árini hevur hon fingið óteljandi virðislønir, eitt nú sjey Grammy og 20 virðislønir á Video Music Awards hjá MTV.
Hon verður eisini roknað sum mest selda kvinnuliga listakvinnan hjá Guinness World Records.
/Ritzau/










