38.000 krónur til nýtt missiónshús

Hvat hava nátaveiða og jólasøla til felags? Jú, bæði kunnu brúkast til innsavning av peningi til nýtt missiónshús.

Gjáramorgunin hevði Barnaringurin á Strondum sína árligu jólasølu í missiónshúsinum.

 

Sølan gav tilsamans 38.000 krónur, sum allar fara óskerdar til nýggja missiónshúsið.

 

Nú jólasølan er løgd aftur um, og tiltakið eydnaðist væl, takkar Barnaringurin fyri góðu undirtøkuna.

 

Á Strondum hava tey eisini roynt alternativar hættir til tess at savna inn til missiónshús.

 

Í nátatíðini í heyst tóku menn eisini nátungar, sum vórðu seldir til frama fyri nýtt missiónshús á Strondum.