Í 1979 - ella fyri heili 39 árum - síðan bleiv ein 15 ára gamal drongur burtur í býnum Clayton í amerikanska statinum, Michigan. Navnið á dreinginum var Andrew Greer, og nógvar gitingar vóru um, hvat kundi vera hent honum, og tað vóru fleiri, sum hildu, at hann helst varð myrdur.
Men, eingi prógv vóru um nakað sum helst, og drongurin var sporleyst burtur.
Í fleiri ár varð leitað eftir Andrew Greer, og hann varð eftirlýstur víða um við ymiskum uppsløgum. Seinni varð eisini leitað ymsastaðni á netinum og um ymiskar felagsskapir. Men, als einki spurdist burtur úr øllum hesum, og drongurin kom ongantíð afturíaftur.
Tann dagin, hann bleiv burtur, varð hann koyrdur heim úr skúlanum, tí lærari hevði funnið út av, at hann hevði ein lítlan felliknív í lummanum. Henda sama dagin møtti Andrew Greer vinmanni sínum, Scott Szeve, sum hevur sagt, at Andrew tordi illa at fara heim, tí hann visti ikki, hvørjar avleiðingar tað kundi fáa, nú hann varð koyrdur heim úr skúlanum.
Vinmenninir báðir høvdu snakkað saman í einari smáttu í einum skógi, áðrenn teir skiltust, og hetta var seinastu ferð, at Scott Szeve sá vinmannin hjá sær.
Men, í síðstu viku - næstan 40 ár seinni - kom endiliga gongd í málið aftur, og gátan varð loyst. Líkið av burturblivna dreinginum varð nevniliga funnið heilar 1500 kilometrar frá staðnum, har hann seinast varð sæddur á lívi.
Tað skriva fleiri miðlar, eitt nú Huffington Post og New York Post.
Nú vísti tað seg, at ein pensjóneraður løgreglumaður úr statinum Georgia, Anthony Strickland, ongantíð kundi gloyma eitt annað mál frá 1979, har ein ungur maður varð ákoyrdur av einum lastbili, tá hann skuldi fara yvir um ein motorveg. Ungi maðurin hevði 20 mákøkur uppi á sær, men einki ID-kort.
Løgreglan fekk ongantíð eyðmerkt unga mannin, sum varð jarðaður í einar ónavngivnari grøv.
Eftir at løgreglumaðurin Anthony Strickland varð pensjóneraður, var hann javnan á netinum og leitaði eftir burturblivnum dreinginum frá 1979, sum doyði í ferðsluni, men sum ongantíð varð eyðmerktur.
Knappliga fann pensjóneraði løgreglumaðurin fram til navnið Andrew Greer, og tá kom rættilig gongd í uppkláringina av málinum.
Anthony Strickland setti seg í samband við løgreglumannin Larry Rothman úr Michigan, sum hevði tikið sær av kanningararbeiðnum har. Í apríl mánaði í ár vóru báðir løgreglumenninir hjástaddir, tá kistan hjá ókenda dreinginum varð grivin upp aftur, og DNA-royndir vórðu tiknar av beinagrindini.
Týsdagin í síðstu viku kom so endiliga svarið upp á DNA-royndirnar, og tá varð staðfest, at ókendi drongurin var Andrew Greer, sum bleiv burtur í býnum Clayton í statinum, Michigan.
Nú verður beinagrindin av dreinginum flutt til Michigan, har hálvbeiggi hansara, James Bowman, sum bara var fýra ára gamal, tá beiggin bleiv burtur, fer at skipa fyri einum minningarhaldi fyri stórabeiggjanum.
Tíverri náddu hvørki pápi ella mamma Andrew Greers at uppliva, at gátan um sonin varð loyst. Pápin doyði í 2014 og mamman í 2017.