Stjórin í Marine Harvest Føroyar sigur, at um royndirnar at hava aliring liggjandi á Sandsvág fara at eydnast, verður málið hjá felagnum at seta fisk út til várs, helst í mars/ apríl.
- Vit hugsa um at seta 390.000 smolt út í seks ringar. Hetta er ikki eitt so velduga stórt tal í mun til talið av ringum, men vit halda, at hetta er eitt hóskandi tal.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at enn hevur felagið ikki fingið loyvi til at seta smolt út, men ætlanin er, at hetta loyvi skal verða komið upp á pláss í góðari tíð fyri ætlaðu útsetingina.
- Um fiskur verður settur út í ætlaðu ringarnar í mars/ apríl, verður fyrsta tøkan stívliga eitt ár seinni - ella á sumri í 2016.
Stjórin sigur, at endamálið við at seta fisk út um várið til tøku summarið eftir, er, at fiskurin tá bara gongur í aliringunum í ein vetur, og soleiðis verður vandin fyri missi minni.
Kemur tað so langt, at royndirnar við ringinum, sum í næstum verður lagdur út á Sandsvág, fara at eydnast, og fiskur verður settur út til várs, skal eisini ein landstøð byggjast á havnalagnum á Sandi.
- Her er tað Sands kommuna, sum skal játta økið, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal góðkenna tekningina av eini landstøð.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at alibrúk skulu hava eina landstøð, ið er hegnað inni, og sum virkar sum “slúsa” hjá teimum, ið arbeiða við alingini.
Hann sigur, at tey, sum koma at arbeiða hjá Marine Harvest á Sandi, skulu ganga inn og út um eina slúsu.
- Inni á landstøðini verður eitt nú brúsa, vaskimaskina til dálkað klæði, skiftirúm, kaffistova og skrivstova, og her skulu eisini verða høli til Heilsufrøðiliga Starvsstovuna, sum kemur at taka royndir.
Hann leggur aftrat, at bátarnir - gjarna tveir í tali - sum verða brúktir til alingina, koma eisini at liggja innan fyri nevnda hegn.
Hans Jákup Mikkelsen væntar, at eini 3-4 fólk verða knýtt at alibrúkinum á Sandi.
Marine Harvest Føroyar hevur alla tíðina verið heitari fyri Sandsvág sum aliøki heldur enn økinum innan fyri Salthøvda.
- Jú, tað er rætt, at vit trúgva nógv meira upp á Sandsvág. Tað merkir tó ikki, at vit hava slept ætlanunum um aling innan fyri Salthøvda.
Stjórin sigur, at um royndirnar á Sandsvág eydnast, fer felagið at arbeiða víðari við møguleikunum eisini at ala innan fyri Salthøvda.