Hestur, Velbastaður, Oyri, Norðskáli og Nesvík eru nú partur av 3G+ netinum hjá Føroya Tele. Oyndarfjørður, Haldórsvík og Hvalvík gerast partur av skjóta farbreiðbandinum í næstum.
Føroya Tele hevur hetta síðsta árið lagt stóran dent á at útbyggja 3G+ netið, sum gevur hægri ferð og størri dygd á tráðleysa internetinum til fartelefonir og farteldur.
Mánadagin varð netið eisini tendrað í Hesti og á Velbastað, og týsdagin var støðin í Nesvík tendrað, hon røkkur Oyri, Norðskála og Nesvík.
Eftir ætlan koma Oyndarfjørður, Haldórsvík og Hvalvík eisini á netið í komandi ári. 3G+ netið fevnir sostatt um meginpartinpartin av Føroyum við árslok 2011.
Høgu ferðirnar og stuttu svartíðirnar á 3G+ merkja, at tú fært heilt aðrar møguleikar við tínari fartelefon og farteldu, við tað at tú kanst handfara og fáa skjótari atgongd til margmiðlar. Hetta ger, at tú kanst taka niður stórar fílur við eitt nú tónleiki, myndir og video, og tú kanst lesa teldupost og nýta internetið á sama hátt sum við vanliga breiðbandinum.
Fyri at kunna nýta 3G+ tøknina til fartelefon og farteldu, skulu eindarnar lúka nøkur krøv og setast upp á ávísan hátt. Telebúðirnar hjálpa fegin við hesum, og til ber eisini at kunna seg um uppseting og annað á heimasíðuni www.ft.fo/3G.