3G fartelefoni til føroyingar

Í morgun varð trýst á knøttin, ið tendraði 3G netið, ið Vodafone bjóðar út í Føroyum. Nýggja netið loyvir millum annað video samrøðu gjøgnum fartelefonina Størsta orsøkin til at Vodafone fór undir kostnaðarmiklu útbyggingina er, at verandi netið megnar ikki at bera samskiftisferðsluni, serstakliga í Havnini. 3G netið megnar at bera átta ferðir so nógvari ferðslu. Umframt eitt sterkari net, verður møguligt at nýta internet á donglum og á fartelefonini við nógvari ferð. Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Vodafone greiðir frá, at nú verður møguligt at nýta internet á fartelefonini við upp somu ferð sum vit kenna frá bestu breiðbandshaldunum.

Við nýggju tøknini er eisini møguligt at hyggja eftir sjónvarpi á fartelefonini, men um hetta verður møguligt í Føroyum er enn óvist. Vodafone boðaði eisini frá, at teir eru sinnaðir at veita øðrum samskiftisveitarum pláss á teirra neti.