4.48 Psychosis á Psykiatriska Deplinum

Yrkissjónleikabólkurin Tvazz fer í september at framføra ein av mest umtalaðu og sýndu samtíðarleikunum í nýggjari tíð, 4.48 Psychosis eftir ensku Sarah Kane. Framførslan verður á Psykiatriska Deplinum

Sjónleikur

Rógvi Nybo

[email protected]


Í september verður møguligt at fáa eina sjónleikauppliving av teimum heilt serstøku. Leikbólkurin TVAZZ framførir í Samkomuhølunum hjá Landssjúkrahúsinum (á Psykiatriska deplinum) ein av mest umtalaðu og sýndu samtíðarleikum í nýggjari tíð, nevnliga 4.48 Psychosis eftir ensku Sarah Kane.



TVAZZ

Leikbólkurin TVAZZ er ein yrkissjónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2006. Fyrsta uppseting hjá TVAZZ var leikurin Køksdrotningarnar, sum varð sýndir fyri fullsettum húsum í 2006. Árið eftir savnaði bólkurin aftur fult hús við leikinum Fundamentalisturin. Tvazz varð árið eftir boðin at framføra leikin á altjóða sjónleikafestival í Tampere. Juha Jokela, sum skrivaði Fundamentalistin, fekk í 2008 Norðurlendska dramatikara virðislønina fyri júst hendan leik.

Annar aðalsetningurin hjá TVAZZ er at skapa verkætlanir, tað verið seg eitt nú sjónleikir, framførslur, framsýningar, konsertir á høgum listarligum støði.Tvazz er eitt forum, har listafólk innan visuella list hittast – sjónleik, dans, ljóssnið, ljóðsnið, myndir, video, film og annað. Tá Tvazz er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið hjá bólkinum. Heimstaðurin er Føroyar, men samstarvað verður við allan heimin. At knýta bond og skapa møguleikar fyri millumtjóða samstarvi. At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar »lista-útisetar« aftur hendanvegin at arbeiða og sjálvsagt at spæla saman við teimum, sum eru her frammanundan.

Og hin aðalsetningurin er at skapa sjónleik, sum skøvar poleraða lakkið her heima, sum torir at nerta við, at hyggja í pottin av fjaldum tabuum, klóra og kitla, ørkymla og undra.


In yer face drama

4.48 Psykosa er ikki ein leikur í vanligari merking við plotti, karakterum, konflikt, uppspenningi og forloysing. Heldur er 4.48 Psykosa ein kvøða - ella kvørkratak? - til lívið og longsulin móti deyðanum í einum ráum, surreellum, sveimandi tóna, ið als ikki kennist sum svalligir døggdropar ein lýggjan summarmorgun, men heldur sum bítandi rakibløð á nakna húð, sum kolandi stormur í sálarinnar djúpastu skýmaskotum, djúpt har niðri, har ongin vón sýnist.

Sarah Kane skrivaði leikin 4.48 Psykosa. Hetta var síðsti leikur frá hennara hond. Hon doyði í 1999 einans 28 ára gomul. Men eftir henni lá ein røð av slóðbrótandi og nógv uppsettum leikverkum, sum vórðu spældir um alt Evropa: Crave, Cleansed, Blasted, Pheadra's Love fyri at nevna nakrar. Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av bretskum leikritahøvundum, sum í 1990'unum stormaðu fram við progressivum og kontroversiellum samtíðarleikum. Hesir leikir fingu felagsheitið In Yer Face Drama tí teir vóru ráir, skakandi, ópoleraðir og ágangandi í innihaldi, máli og skapi.

Gunnar Hoydal hevur við sínum serstaka málhegni týtt leikin 4.48 Psykosa úr enskum til føroyskt.


Landssjúkrahúsið karmur um sjónleik

So frá svarta gálgaskemtinum í Køksdrotningunum til átrúnaðarligt tilverukegl í Fundamentalistinum fer TVAZZ nú við leikinum 4.48 Psykosa víðari í síni rannsókn.

Hesaferð verður tikið um enn eitt risastórt tabu-evni, nevniliga tunglyndi og sjálvmorð.

Framført verður úti í Samkomuhølunum/Veitsluhølunum hjá Landssjúkrahúsinum.





Luttakarar:

Leikstjórn: Egill Anton Heiðar Pálsson (úr Íslandi)

Týðing: Gunnar Hoydal

Leikari: Gunnvá Zachariasen

Ljóssnið: Egil Barclay Høgenni Hansen

Tónleikur: Rasmus Rasmussen

Myndir: Marianna Mørkøre

Framleiðsla: Oddvá Nattestad



Hvar:

Á Samkomuhølunum í Landssjúkrahúsinum frá 12. september.


Mentamálaráðið, Nordisk Kulturfond, Mentanargrunnur Landsins, Dansk-Færøsk Kulturfond, Tórshavnar Kommuna, Fjølrit, Atlantic Airways, P/F Skrivaragøta og Vodafone stuðla verkætlanini.