3 føroysk met og 4 juniormet vórðu sett ígjár á Føroyameistarastevnuni í svimjing 2010, afturat tí eina føroyska metinum og 5 juniormetum frá Juniormeistarastevnuni og innleiðandi riðlunum í morgun. Hartil tangeraði Astrið Foldarskarð úr FLOT juniormetið í 50 metrar firvaldarsvimjing, við tíðini 30.05, har Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag tíðliga í gjáramorgun setti juniormet við somu 30.05, soleiðis at ein av røttum átti, at talt skurðin ígjár at verða 4 føroysk met og 10 juniormet. Svimjarnir hava soleiðis lagt hart út, og munnu ikki mong fleiri føroysk met og juniormet fara at standa fyri falli í vikuskiftinum.